Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyggjar illa dekkaðar av FM sendinetinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.02.2025 - 15:27 Politikkur Tíðindi Vinna

Í undantaksstøðu, við longri streymsliti og uttan møguleika at nýta vanliga samskiftis tøkni eru tað FM og MB sendinetini hjá Kringvarp Føroya (KVF), ið bera tilbúgvingar kunning til fólkið í Føroyum. Tó røkkur hetta netið ikki til fleiri íbúgvarar í norðurøkinum.

Í frágreiðing, sum Norðlýsið hevur fingð innlit í, vísur kortið, at dekningurin av FM og MB sendinetinum hjá Kringvarpinum ikki røkkur til stór íbúðarøki í norðoyggjum. Til dømis sæst á kortinum, at vesturarmurin av Klaksvík, Árnafjørður, Kasloyggin og Haraldsund hava lítið ella einki signal.

Stjórin í FT NET greiddi annars frá í Dagur í Viku, at stórur tryggleiki var um FM og MB sendinetið kring alt landið.

Viðhefta kort, vísur FM útbreiðslu, í streymloysi. Dekkað økið er litað blátt og tað sum ikki er dekka er grønt.

Kringvarpið er stovnurin, sum er partur av tilbúgvingini, og skal fáa informatión út til allar landsins borgarar. Tí er vert at seta spurningin, um tilbúgvingin kann góðtaka, at ávís økir hava lítið ella einki samband, uttan at tey skulu gera nakað eyka, fyri at fáa kunning, ið neyðstøðu. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat sigur fiski­frøðin nú? og hava tit v…
FMA í Varpinum
Plakatir - Arnold Vegghamar
Kunningarfundu­rin fluttur í Miðhøll­ina á…
Enskt-lærari til Sjónám
Marglætis skúli við marglætis avbjóðing
Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar
Hugaligt í Norð­havnini
Norðborg settið á vrakið av Helenu
Send okkum títt hugskot!
Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Almanna­verkið fimmti ára stovningardag:…
Elinborg Lützen innan skúlagátt
Kunningarfundur um nýtt hondbólts­felag í…
Klaksvík­ingar fegnaðust eftir sigurin
Rimmar avrik móti Niðurlondum
KÍ vann tryggan sigur í Gundadali
Veðrið í vikuni
Gadus siglir heim
Upptakt: B36-KÍ