![](/upload/cache/images/336201-336400/c6747b1fa3a1a8745ea2fe50480ddf138eca8472_w1152_h0_fS.png)
Vágamenn tátta í
Sandavágsmenn nærkast nú havnarmonnum í landskappingini í talvi. Munurin millum oddaliðini styttist við einum stigi í dag.
Vágamenn gjørdu bart í sjeynda umfari og vunnu 4-0 á B-liðnum hjá Havnini. Sama hál gjørdu klaksvíkingar móti kollfirðingum. FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvík B.
Leiðslan er tí svunnin niður í hálvtannað stig. Spenningurin er uppaftur kyknaður.
1 deild (7 umfar)
Havnin - Klaksvík B. 3 - 1
Helgi Dam Ziska - Haldur S. Johansen ½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Ingolf Gaard 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Tummas M.Sólsker ½ - ½
Herluf Hansen - Rógvi H. Olsen 1 - 0
Tað eydnaðist Halduri at fáa remis móti stórmeistaranum í spennandi talvi á 1 borði. Ratingmunurin er gott og væl 500 stig. Tað er ei heldur á hvørjum degi, at aðrir enn Egilstoft-brøðurnir fáa remis móti stórmeistaranum. Helgi og Haldur høvdu eisini eitt spennandi talv sínamillum í fjør, men tá vann Helgi. Havnarmenn vunnu við hvíta fólkinum og telvaðu remis við svarta fólkinum. Tað plagdu at vera hyggjuráðini til liðdystir.
Havnin B. - Sandavágur 0 - 4
Elias Petersen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Suni Merkistein - Silas Eyðsteinsson 0 - 1
Jóannes Guttesen - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
Óli Joensen - Torkil Nielsen 0 - 1
Her var eingin náði. Hóast telvað var í nógvar tímar á øllum fýra borðum, vóru vágamenn við yvirlutan, tá avtornaði. Havnar Telvingarfelag stendur sum er til at flyta niður við sínum B-liði, men við einum góðum spurti kunnu teir kanska fáa kollfirðingar aftur.
Klaksvík - Kollafjørður 4 - 0
Ólavur Simonsen - Árant Djurhuus 1 - 0
Rani Baldursson - Rógvi Mørkøre 1 - 0
Heðin Gregersen - Karl M. Dahl 1 - 0
Finnbjørn Vang - Markus Jacobsen 1 - 0
Munurin á toppi og botni kom eisini til sjóndar í hesum dysti. Klaksvíkingar eru so smátt farnir at nærkast oddaliðunum báðum, og hava ein lykladyst móti Sandavági næstu ferð.
Støðan í 1 deild
Havnin 22½ stig
Sandavágur 21
Klaksvík 18
Klaksvík B 9
Kollafjørður 7½
Havnin B 6
Toppdystur
Oddaliðini í 2 deild brustu saman í Klaksvík. Vágamenn vunnu og styrktu sostatt um oddastøðu sína. Jónfinn Thomsen var matchvinnari á fjórða borði. Á hinum borðunum var remis.
Bernhard Augustinussen, Jón Atlason, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen er manningin hjá Sandavágs Talvfelag, ið tykist hava beina kós upp aftur í 1 deild.
Toftamenn fara neyvan at røkka vágamonnum. Toftir vunnu í Havn í dag. Fyrrverandi føroyameistarnir Bogi Ziska og Jens Chr. Hansen vunnu báðir á toftaliðnum.
2 deild (7 umfar)
Klaksvík - Sandavágur 1½ - 2½
Kongshavn - Havnin B. 2½ - 1½
Havnin A. - Toftir 1½ - 2½
Støðan í 2 deild
Sandavágur 17½ stig
Klaksvík 15½
Havnin B. 15
Toftir 14
Kongshavn 11
Havnin A. 11
Hinar deildirnar
Sundalagsmenn eru framvegis á odda í 3 deild, men gøtumenn, sum fingu góðan sigur í dag, eru í hølunum á teimum. Og vestmenningar kunnu við stórsigri í útsetta dystinum í dag leggja seg upp á síðuna á oddaliðnum.
Í 4 deild er líkt til, at klaksvíkingar eru stinnastir. Endurstovnaða felagið á Strondum heldur tørn, verri stendur til við royndini við einum talvfelag í Suðuroynni, tí nú er tað rárasta hending, at suðuroyingar eru fullmannaðir til dystirnar.
3 deild (7 umfar)
Rókur - Havnin 2½ - 1½
Gøta - Sandavágur 3 - 1
Vestmanna - Kollafjørður (útsettur)
Støðan í 3 deild
Rókur 18 stig
Gøta 17½
Vestmanna 14
Kollafjørður 12½
Sandavágur 10½
Havnin 7½
4 deild (6 umfar)
Sandavágur B. - Klaksvík 2½ - 1½
Rókur - Suðuroy 3 - 1
Sandavágur A. - Strendur B. 3 - 1
Gøta - Strendur B 0 - 4
Toftir - Havnin 1½ - 2½
Støðan í 4 deild
Klaksvík 19 stig
Sandavágur B. 15½
Strendur 15
Sandavágur A. 13½
Rókur 13
Suðuroy 11
Gøta 11
Havnin 8
Strendur B. 7
Toftir 7
Nú er steðgur í landskappingini í tvær vikur. Dystirnir í áttanda umfari verða 23 februar. Í 1 deild verður tá telvað soleiðis:
1 deild (8 umfar 23 februar)
Kollafjørður - Havnin
Sandavágur - Klaksvík
Klaksvík B. - Havnin B.