Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður í kvøld. Norðlýsið sást væl, og nógvar góðar myndir eru tiknar. Sum forsøgnin er hesa vikuna, so fara at vera løtur við klárum veðri í støðum hesa vikuna. So er tað tað, um nakað er at taka myndir av. Seinastu tíðina eru nógvar myndir tiknar av øðrum planetum eisini. Hvussu er við tí, er best at lata onnur gera av. | Mynd: Gunrið Kallsberg

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.02.2025 - 21:49 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av suðuri ella landsynningi hesa vikuna.

Mánadagin og týsdagin fer eitt hátrýst at liggja um okkara leiðir, og tá er vanliga gott veður við lítlum vindi og nokkso klárum lofti. Ættin fer at liggja um sunnan.

Mikudagin og fram til vikuskiftið fara lágtrýst at royna at leypa á her hjá okkum, men eitt hátrýst yvir Eysturgrønlandi fer at halda tað vekk. Ættin fer at liggja um landsynning.

Lítil vindur alla vikuna av suðuri ella landsynningi fer at hava skiftandi loft við sær í Føroyum. Í støðum, sum venda ímóti ættini er stórur møguleiki fyri mjørka. Í støðum, sum eru vard fyri lotinum av fjøllum ella øðrum oyggjum kann gott fara at vera klár luft við sólskini. So er tað støðini, har sum loftið fer at vera eitt sindur av hvørjum.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagur:

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið í støðum fyrrapartin. Týsnáttina gongur hann eysturum til landsynning. Hitin 2 til 7 stig.

Týsdagur:

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagur:

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið í støðum. Hitin 2 til 7 stig.

Hósdagur:

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið í støðum. Um kvøldið frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Um náttin minkar vindurin aftur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 2 til 7 stig.

Fríggjadagur:

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 2 til 6 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…