Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á forsíðuni kanst tú enntá scanna eina QR-kotu og fáa skránna upp á mobiltelefonina

Torrablaðið á gøtuni í morgin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  16.02.2025 - 16:07 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Mánadagin 17. februar – fyrsta dagin í Torravikuni – kemur Norðlýsið út við hópin av greinum og skrá fyri Torradagarnar.

Á forsíðuni kanst tú enntá scanna eina QR-kotu og fáa skránna upp á mobiltelefonina.

Les um, tá ið Tobbi var lagdur í hondjørn, eftir at hann hevði sett skipið á land, umvælt tað, tikið tað avaftur, mist skipspappírir, ”stjolið skipið” og síðani lagdur í hondjørn í Nuuk – Hesi serstøku ferðini greiðir Torbjørn Jacobsen neyvari frá í Varpinum, fríggjadagin kl. 16.

Tú kanst lesa um listaframsýning í foyerini í Varpinum, sum Norðoya Listafelag skipar fyri, um Listaframsýning í Tinghúsinum hjá Dugna, og hvat er á Skrá í Christianskirkjuni í Torravikuni.

Eisini um longri skránna á bókasavninum, har bøkur verða umrøddar - Bókin, ”Lygn” hjá Eyðuni Klakstein verður havd á lofti, um bindiskeið. Rakul Ró Steintórsdóttir fer at lesa úr nýggju bók sína "Rógvi og náttarravnur" á barnabókasavninum. Marna Jacobsen fer at hava samrøðu við rithøvundin, Sólrún Michelsen um bókina, "Sára Malena".

Um Andrass Henriksen, sum greiðir frá, tá ið Silva var bumbað á vágni í Klaksvík, í Varpinum verður SANG- OG HUGNALØTA við 17 sangarum og SUÐ, har Pætur við Keldu eisini spælir undir, týskvøldið. Um tónleik og Dans í aulini á Skúlatrøð hóskvøldið.

Les um Poul Sivar, sum vaks upp í Svínoy og um ferðir á fiskileið á Flemish Kap. Poul Sivar fór til skips 17 ára gamal við Jógvan S. Hann hevur verið heilar 12 saltfiskatúrar á Flemish Kap.

Les um kenda danska veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum fer at hava fyrilestur um, hvussu veðrið verður – mánakvøldið kl 19.30 í Varpinum. Jesper fer í fyrilestri sínum at koma neyvari inn á orsøkina til veðurlagsbroytingarnar, og hvat vit kanska kunnu gera við tær.

Les um teir tríggjar, sum eru at hitta kl. 16 í Smæruni: Uni Arge týsdagin kl. 16.00 har hann greiðir frá úr bókum sínum ”Veðursjúka I og II”. Andrass Henriksen úr Sørvági greiðir mikudagin kl. 16.00 frá norska skipinum Silvu, og so Poul Sivar Olsen, sum hósdagin kl. 16.00 greiðir frá uppvøkstri sínum í Svínoy og um ferðir á fiskileið á Flemmish Kap.

Les eisini um Spinnaríið, sum hevur nógv á skrá alla Torravikuna. Opið hús og Heilsukafé á TSK leygardagin, har tú um miðdagsleitið fyri lítið og lætt eisin kann keypa tær ein fantatiskan bita á Matvørudeildini, har tey borðreiða til stórt Torra-sjálvtøkuborðið.

Týsdagin í Torravikuni letur upp listaframsýning á Gallarínum Á Stongunum. Tað eru Lydia Peteren og Jógvan K. Glerfoss, sum sýna fram. Fríggjadagin hugleiðir Hansa Glerfoss um pápa sín, Hans Jacob Glerfoss kl. 17.00, har eisini 17 sangarar syngja.

Teknmálskafé er á Skúlatrøð leygardagin - eisini við pallborðsfundi um at vera tunghoyrdur á sjónum. Eisini verða torraepli, um nakað eitur so, at fáa komandi leygardag við Magnstøðina í Klaksvík.

Jú, her er ymiskt á skrá í Torravikuni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tak ikki veiðirættin frá veiðimanninum
Ukraina góðtikið avtalu um vápnahvíld
Frimodt aftur á Løgting
Nýggjur sálarfrøð­ingur settur til børn o…
Betri Banki: Ársúrslit á 290 mió. kr.
Stríðsval í Sambands­flokki­num
Nýggj skelti við staðarnøv­num sett upp
POPTÖS eru fýra stjørnur, vit kenna
Játtanarkarmar­nir mugu seta útreiðslusíð…
Urbanus, Kristian Suni og Finnbjørn vitj…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni mikumo…
Tað snýr seg ikki um at skerja vælferðar…
Tónlistar­lig nýskapan á G! 2025 – ULD &…
Alt í Fisk á Stongunum
Fer at seta seg væl inn í lógaruppskotið…
Klaksvíks­ráð­harri umsitur 1/­3 av fíggjar…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Løgmaður tilnevnt nýggj lands­stýris­fólk
Allur bati bøtir, Hans
Klaksvíkar Sjúkra­hús er flaggskipið hjá…