Lýsing
Lýsing
Kvæðadagurin 2025
Í dag var stóri kvæðadagurin, har vit hava kvøðið og sligið pott og tunnu
Næmingarnir í Valskúlanum valdu ársins grýlu í árgangunum, og tær fingu so eitt diplom og eina gávu. Nógvar grýlur vóru og tað sást, at nógvar av teimum hava brúkt tíð og orku fyri at verða so vakrar og flottar.
Jónleif Johannesen vitjaði grunddeild og segði teimum søguna um føstu og Nykurskvæðið og fyri miðdeild og hádeild, segði hann søguna úr Sigmundskvæði yngra og Sinklarsvísu.
Matarskipanin bjóðaði fastalávintsbolla og kakao og so varð farið yvir í KÍ-høllina at sláa tunnu.
Her vóru nógvar tunnur og nógvir gassar á lofti í senn.
Hetta gekk skjótt og væl og vit høvdu ein góðan dag.
Myndir og video liggja her
Seinastu tíðindini