
Bæði góð og ring tíðindi fyri Norðoyggjar
Klaksvíkar Sjúkrahús fær stóra játtan til umbygging og umvæling, og Tekniski Skúli í Klaksvík fær somuleiðis stóra játtan til at lata eina aulu byggja – har er tó eitt ”men”. Hvørki óvæntað ella óvanligt vórðu øgiliga mong tingmál løgd fram seinasta framløgudag. Heili 27 mál komu úr Landsstýrinum, og so komu eisini nøkur mál frá løgtingsfólki. Norðlýsið hevur hugt at málunum og serliga at, hvørji teirra raka Norðoyggjar mest, og hvussu tey raka.
Mest umrødda málið síðsta árið man vera lógin um sjófeingi. Í uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, verður skotið upp at loyva landing av 25% uttanlands, har tað í dag er 15%, men sum upprunaliga varð skotið upp at gerast 50%. Í dag er eisini undantak fyri makrel, fiskaðan í norskum sjógvi, sum ikki er fevndur av kravinum um føroyskan bryggjukant. Skotið verður eisini upp, at landsstýrismaðurin kann geva undantak. Virki í økinum hava gjørt vart við, at fiskavirking á landi fer at líða nógv undir tí, um loyvt verður at landa meira uttanlands.
Áður hevur Dennis Holm, fyrrverandi landsstýrismaður, boðað frá, at antitrust-hámarkið ikki verður broytt. Men málið, sum sami Dennis Holm fall uppá, verður skotið upp at gerast lógarheimilað: Í §49 skal parturin hjá søguligu rættindahavarum minkast, tá heildarkvotan er høg. Og øvugt skulu tey við gomlum uppboðssølukvotum og umløgdum menningarkvotum tá fáa meira. Í lógaruppskotinum sæst roknidømi um 4 ymiskar kvotur av norðhavssild á s. 25.
55 milliónir til Klaksvíkar Sjúkrahús
Súsanna Bertholdsen skjýtur upp at játta upp til 55 milliónir til umbygging og umvæling av personalibygninginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Talan er um nógvar og umfatandi broytingar, m.a. innrætting av 6 íbúðum til fólk, sum koma til endurvenjingar og teirra avvarðandi, sjúkraflutningstænastan fær skrivstovu og hvílirúm, høli verða gjørd til bandagist, ortopediskan skómakara og urologiina, og fyrisitingin flytur oman í fyrrv. læknahúsini.
Tekniski Skúli møguliga ikki sjálvsognarstovnur longur?
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, skjýtur upp at játta upp til í mesta lagi 29,8 milliónir til Tekniska Skúla í Klaksvík, og játtanin skal oyramerkjast til at gera eina aulu til skúlan. Í hoyringarsvari mælir Fíggjarmálaráðið frá at veita skúlanum, sum í dag er sjálvsognarstovnur, stuðulslán, men í staðin at gera tað til verklagslóg – ið inniber, at Tekniski Skúli í Klaksvík verður broyttur frá at vera sjálvsognarstovnur og gerst almennur stovnur í staðin.
Ferðastuðul skerdur, men ikki uttan svørðslag
Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana hava lagt eitt uppskot fram um at prístalsregulera ferðastuðulin til ferðing frá og úr arbeiði. Hetta er uttan iva eitt mótsvar til ætlanina hjá samgonguni um at skerja ferðastuðulin. Eisini skjóta teir báðir Miðflokka-tingmenninir upp at hækka um landskassans inntøkur av vegskatti frá elbilum.
Bústaðarskylda og tænastugjald
Margit Stóra skjýtur upp at áleggja bústaðarskyldu á nøkrum økjum, og tá bert fyri nýggjar útstykkingar. Talan verður tí ikki um at áleggja bústaðarskyldu á verandi býli. Hinvegin skjýtur Bjarni Kárason Petersen upp at áleggja tænastugjøld á verandi býli, har ongin stendur at búgva. Talan verður um eina standandi heimild til kommunurnar, sum so sjálvar gera av, um tær vilja brúka hana. Í dag standa 313 tóm hús í Norðoyggjum – 255 í Klaksvíkar, 12 í Kunoyar, 18 í Hvannasunds og 28 í Viðareiðis kommunu. Eigararnir av hesum fáa tí møguliga eina rokning, verður tað samtykt bæði í Løgtinginum og í bý- ella bygdarráðnum.