U17 hjá Fraklandi, Spania og Føroyum spæla í Klaksvík
Maria Ziskason, samskipari hjá FSF fyri menning av gentu- og kvinnusíðuni av føroyskum fótbólti, stóð frammanfyri milliónum av hyggjarum, tá U17-lutakastið til EM-endaspælið hjá gentum ella kvinnuunglingum varð live-stroymt. Hon heldur tað, sum nú hendir, vera ótrúliga stórt fyri kappingina hjá U17-gentum:
– ”Hvussu stórt tað at skula vera vertir fyri einum EM-endaspæli á fyrsta sinni, ja, einum endaspæli hjá UEFA, sæst á uppsetingini. Tað er eitt stórt maskinarí, sum er í gongd, og vit í FSF noyðast av tí sama at spíla okkum veruliga út, og tað er ótrúliga spennandi at vera ein partur av. Tað er mennandi fyri okkum sum fótbóltssamband, haldi eg, og so er tað eisini gevandi fyri fótbólts-Føroyar, at eitt sovorðið tiltak kemur til landið, og vit tí fáa fótbólt í heimsflokki at síggja í Føroyum”, sigur Maria. Spurd um hvat tað sigur um sjálva kappingina, at lutakastið er so toppprofessionelt, sigur hon:
– ”Ja, tá skalt tú vænta eitt líknandi støði reint fyriskipanarliga, og ítróttarliga eru hetta eisini tey bestu londini í Europa í U17-árganginum hjá gentum, sum koma til Føroya at spæla, so vit skulu vænta eitt øgiliga høgt støði. UEFA er eitt sera stórt apparat, og tey hava nakrar mannagongdir, sum vit m.a. kenna úr miðlunum til EM og Champions League, bæði hjá monnum og kvinnum, og tær mannagongdirnar eru sera stringentar”, sigur Maria Ziskason. Hon útdýpir:
– ”Vit skulu vænta eitt rættiliga høgt fyrisitingarligt støði, ein UEFA-stíl. Vit vóna í tí sambandinum, at tað fer at kennast sum ein fótbóltsfepur, ið fer at raka Klaksvík. Vit hava hugt í dystarskránna, sum nú er tøk, og vit kenna liðini og hvar tey skulu vera. Dysturin millum Spania og Frakland verður spældur í Klaksvík, og tað er ein sera stórur dystur. Onnur semifinalan verður eisini spæld í Klaksvík, eins og Føroyar eisini skulu spæla ein dyst í Klaksvík. Gjøgnumgangandi vera dystir í Klaksvík á øllum dystardøgunum”, sigur Maria, tá Norðlýsið spyr, hvussu EM-endaspælið fer at merkjast lokalt í Klaksvík.
– ”Varpið, her lutakastið var í morgun, er pyntað og uppsett, og tað verður vøllurin við Djúpumýrar eisini. Leistin kenna vit kanska frá europeiskum fótbólti, og tað er okkara vón, at stemningurin fer at gera, at fólk fáa hug at koma á vøllin at hyggja. Og tað, sum vit serliga vóna upp á longri sikt – tað, sum vit vóna fer at liggja eftir, og sum vit vóna at fáa burturúr kappingini – er, at vit kunnu fáa fleiri gentur at droyma stórt um fótbólt. At tær kunnu síggja, at tað væl ber til fyri gentur at gerast professionellir fótbóltsspælarar, og at vit, sum eru rundan um tær, stuðla teimum í tí”, heldur Maria Ziskason fram. Spurd um starvsheiti í hesum sambandi sigur hon:
– ”Eg eri tað, sum verður rópt »women’s football lead« hjá FSF, t.v.s. samskipari av menningini av gentufótbólti og kvinnubólti, og í sambandi við hesa kappingina er starvsheitið »legacy manager« ella »legacy coordinator«, t.v.s. eg standi fyri »arvinum«, t.e. tí, sum skal liggja eftir aftaná hesa kappingina, og sum vit hava fingið burturúr, tá kappingin er av”, sigur hin føroyski legacy manager at enda.