Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jørgin framman fyri Varpinum við Listavirðisløn Nólsoyar Páls hann fekk handaða á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead í juni mánaða 2024 | Mynd: Jóhann Lützen

Rockpionérur fyllir 70

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.04.2025 - 13:44 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag fyllir Jørgin Dahl sjeyti. Jørgin er av Vágsheygnum í Klaksvík og er mest kendur fyri sín tónleik. Tað byrjaði við eini kassaguitar og heimagjørdum ljóðførum, og spældi Jørgen í fleiri ymiskum bólkum, áðrenn hann fekk sítt gjøgnumbrot í Arctic Fox saman við m.a. Rudolf Joensen. Men tað var í Straight Ahead, at hann veruliga gjørdist ein rockstjørna.

 

 

Straight Ahead varð mannaður av Archibald Black, Hera Ellingsgaard, Edward Ziska og Jørgini sjálvum, og teir eru allir á lívi í dag og vóru við til at fagna Jørgini í fagnaðarkonsertini í Varpinum í mai í fjør. Hetta var eitt 50-ára hátíðarhald fyri fyrstu singleplátuni hjá Straight Ahead, ið kom út í 1974 og hevði “Komið øll við” á. Í 1978 kom so legendariska Veðraplátan, sum sementeraði statusin hjá Straight Ahead í toppinum av føroyskum rocki.

Jørgin Dahl varð í fjør uppiborið heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Pálls fyri síni tónlistarligu avrik.

Jørgen Dahl er eisini kendur úr Hjarnum og við lagnum Breaking My Heart, áðrenn hann fór til Danmarkar at búgva, og har hevur hann búð síðani. Jørgin er framvegis virkin tónleikari og gav so seint sum í fjør út tveir sangir, rocksangin ”Watch me – I’m Free” og tann stillara ”Song for Her”. Hetta gjørdi hann saman við so mætum monnum sum Óla Poulsen, Graham Stewart og Per Zachariassen, sum gjørdi videolagið til fyrrnevnda sangin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…