Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu fáa játtanarkarmarnar at snúgva seg um stýring

SKRIVAÐ: Føroya Arbeiðsgevarafelag  |  15.04.2025 - 09:24 Politikkur Tíðindaskriv

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at játtanarkarmarnir hava mist sítt virði sum stýringsamboð, tá ið teir einans eru grundaðir á eina tekniska framskriving av útreiðslunum

 

Fyri stuttum legði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fram játtanarkarmin fyri 2026 á tíðindafundi í Smæruni. Framløgan gav ikki stórvegis vónir, tí hóast eitt langt tíðarskeið við búskaparligum viðvindi í Føroyum vísur karmurin fyri landshúsarhaldið framvegis eitt hall á 252 mió. kr. Harumframt eru útlit til hall komandi árini fram til 2030.

Í framløguni legði landsstýriskvinnan fleiri ferðir dent á, at talan einans er um eina tekniska og embætisliga framskriving uttan nakra politiska støðutakan. Samstundis vísti hon á, at hon heldur, at átøk fyri 55 mió. kr. eiga at verða gjørd fyri at tálma stóra útreiðsluvøkstrinum.

Men tá ið framløgan var av, sat ein eftir við fleiri spurningum. Hví varð einki boð uppá, hvørji átøk skulu gerast? Og hvat er endamálið við einum játtanarkarmi, um hann bert lýsir eina embætisframskriving av almennu útreiðslunum og ikki hevur eina politiska støðutakan til, um hetta er rætta útreiðslugongdin?

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at játtanarkarmar, sum ikki byggja á greiða politiska støðutakan, hava lítið virði sum stýringsamboð. Endamálið við einum játtanarkarmi má vera at geva landsstýrisfólkunum eitt álítandi grundarlag at fyrireika síni málsøki til komandi fíggjarár. 

Í Álit um játtanarkarmar landsins frá 2008 varð skrivað, at endamálið við játtanarkørmunum skal vera, at landsstýrisfólkini fáa ein greiðan útreiðslukarm at fyrihalda seg til, og sum ítøkiliga fíggjarlógaruppskotið skal grundast á. Hetta fáa landsstýrisfólkini tó ikki, um játtanarkarmarnir ikki eru grundaðir á einari politiska støðutakan.

Í álitinum varð harumframt skrivað, at játtanarkarmarnir eisini skuldu verða grundaðir á búskaparútlitini fyri komandi ár. Endamálið við játtanarkørmunum er sostatt eisini at meta, um útreiðslustøðið er hóskandi í mun til búskaparútlitini.

 

Hvat merkir tað at “spara” 55 mió. kr.?

Eitt annað, ið undrar, eru tær 55 mió. kr., sum skulu tálma útreiðsluvøkstrinum. Hetta ljóðar sum sparing, men í veruleikanum er talan um, at útreiðslurnar – møguliga - hækka 55 mió. kr. minni, enn tann tekniska framskrivingin leggur upp til.

Vit mugu ikki gloyma, at framskrivingin frá fíggjarlógini fyri 2025 til játtanarkarmin fyri 2026 longu hevur lagt eina øking á umleið 350 mió. kr. afturat almennu útreiðslunum. Tí er tað skeivt at kalla 55 mió. kr. eina sparing. Talan er bara um eina minni hækking enn annars. Tað er óambitiøst – og tað eigur at kunna gerast betur.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin nú er komin at seta eitt veruligt fíggjarpolitiskt regluverk, sum avmarkar útreiðsluvøksturin á fíggjarlógini, í verk. Eitt slíkt regluverk hevði verið við til at tryggja haldførið í almenna rakstrinum og skapa størri tryggleika og ábyrgd í fíggjarpolitikkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…