Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrsta eintak av Norðlýsinum 16. apríl í 1915, tá uttan ð aftast | Mynd: Norðlýsið

Norðlýsið fyllir 110 ár í morgin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.04.2025 - 14:06 Leiðarin Tíðindi

Øll eru vælkomin á gátt til eitt gott prát og heilsa uppá, vit hava kaffi og okkurt søtt afturvið. Vit senda beinleiðis útvarp frá kl. 10 til 17 í morgin

 

Fríggjadagin tann 16. apríl 1915 kom Norðlýsið út fyri fyrstu ferð, hettar var lokalblað hjá norðoyingum, og samstundis fyrsta føroyska lokalblaðið. 

Í fyrsta leiðarinum skrivar Símun Petur Zachariassen millum annað soleiðis um endamálið við blaðnum:

Tað hevur leingi veirð ein saknur at vit uttanfyri Havnina hava eitt blað, ið kann røkja okkara serligu bygdaáhugamál. Tað er ikki meiningin at blaðið skal vera partapolitiskt, men hýsa øllum áhugamálum. 

Nú 110 ár seinni, er støðan júst tann sama í so máta. Tó hevur tøknin ment seg soleiðis, at vit í dag umframt blaðið hava vælvitjaðu heimasíðu okkara. Harnæst eru vit farin undir at senda beinleiðis útvarp, sum hoyrist kring allan heim. 

Stjórar á Norðlýsinum hava verið 

  • Símun Petur Zachariassen 1915 - 1935
  • Hákun Djurhuus 1936 - 1945
  • J. Simun Hansen 1951 - 1966
  • Óli Dahl 1966 - 1974
  • Eigil Hentze 1974 - 1976
  • Oliver Joensen 1976 - 2017
  • Jóhann Lützen 2017 - 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her