
Løgmaður: Veljarakanningar kunnu ikki ávirka okkara politikk
Aksel V. Johannesen vitjaði á Norðlýsið á Norðoyastevnu, og har varð prátað um mangt og hvat, millum annað stevnuna sjálva, veljarakanningina – men so eisini um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin. Her er støðan hjá Javnaðarflokkinum, í øllum føri formanni Javnaðarfloksins
Veljarakanningin gav Javnaðarflokkinum 14,5% av atkvøðunum, og heldur tað stikk, merkir tað, at Javnaðarflokkurin fer frá at vera størsti flokkur til at vera minstur av teimum 4 stóru flokkunum. Aksel V. Johannesen sigur, at hetta er klárt tann vánaligasta veljarakanningin, flokkurin hevur havt, síðani hann bleiv formaður fyri 14 árum síðani. Og hann tekur í egnan barm:
– ”Eg sum formaður Javnaðarfloksins eigi høvuðsábyrgdina av úrslitinum. Tað eru serliga 3 ting, sum eru orsøkin til, at vit eru har, vit eru. Tað fyrsta árið var undirtøkan góð, men so byrjaði at ganga niður av bakka”, sigur Aksel:
Lóggóvu sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis
– ”Tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli og tóku undantøkini aftur, so fóru vit í Løgtingið og lóggóvu fyri, at undantøk skuldu vera, og at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar skuldu aftur til arbeiðis. Tað kostaði okkum nógv. Vit fóru úr 26,6% á valinum niður í 18,5% í november í 2023, beint eftir at vit høvdu lóggivið hesi undantøkini. Eg haldi framvegis, at hetta var ein røtt avgerð, men hon kostaði okkum”, sigur løgmaður.
Pensjónsaldurin
– ”Eg visti væl, at tað neyvan fór at vera populért at hækka pensjónsaldurin. Men framvegis haldi eg, at tað er neyðugt at gera nakað, tí vit hava eina risaavbjóðing við haldførinum. Vit fáa fleiri eldri borgarar, og fólk liva longur. Tað er at fegnast um, men tað verða samstundis færri í arbeiðsførum aldri, og tað mugu vit gera nakað við. Men vit kundu havt gjørt uppskotið betri og í tættari samstarvi við fakfeløgini. Vit gjørdu so eitt uppskot um tíðartreytaða pensjón, har tey fólkini, ið hava tung størv, sleppa av arbeiðsmarknaðinum áðrenn vit onnur, og tað haldi eg, at fólk eru samd um, at tey eiga at sleppa. Fakfeløgini hildu tó, at skipanin ikki var nóg góð, men eisini hava onkur fakfeløg viðurkent, at vit ikki sleppa undan at hækka pensjónsaldurin”, sigur Aksel, og leggur afturat, at tey nú fara eftir at fáa eina semju við arbeiðarafeløgini.
Suðuroyartunnilin
Tá tað kemur til Suðuroyartunnilin, sigur Aksel, at tað málið og pensjónsaldurin ikki hava nakað við hvørt annað at gera, men kortini eru tey samantvinnað politiskt. Um hann sigur løgmaður:
– ”Suðuroyartunnilin eiga vit at gera. 90% av fólkinum eru knýtt saman við vegi, og bert Suðuroyggin er eftir av teimum stóru oyggjunum. Fólkatalið í oynni minkar, arbeiðsloysið er hægri, barnatalið er lægri enn í restini av landinum, inntøkurnar eru lægri, og tað mugu vit gera nakað við. Tí mugu vit hava ein tunnil til Suðuroynna. Eg trúgvi, at tað ber væl til at fáa eina semju, og eg fari eftir at fáa eina innan fyri teir 18 mánaðirnar, vit í mesta lagi hava eftir, áðrenn val verður. Suðuroyartunnilin skal gerast”, sigur Aksel V. Johannesen.