Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit eru klár

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  05.08.2025 - 11:52 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv

Klaksvíkar kommuna hevur frá fyrsta degi víst stóran áhuga í at hýsa kappingum undir Oyggjaleikunum

 

Eftir at formaðurin í Mjølnir hevði gjørt meg varugan við, at flogbóltskappingin á Oyggjaleikunum í 2027 ikki skuldi verða í Klaksvík, setti eg meg í samband við umsitingina hjá Klaksvíkar kommunu. Tí á einum fundi saman við ÍSF, hevði kommunan nevniliga bjóðað seg fram júst innan hetta økið.

Tá varð eisini tosað um aðrar ítróttagreinar, sum kommunan er áhugað í at hýsa, tí sjálvandi eigur Klaksvíkar kommuna at verða ein virkin partur av Oyggjaleikunum 2027.

Eg varð tískil ovfarin av boðunum og tí vórðu fundarboð send til nevndina í Flogbóltsambandi Føroya.

Fundurin varð hildin 1. juli, har eg, borgarstjórin, mentanarstjórin og umboð fyri Flogbóltsambandið luttóku. Flogbóltsambandið legði út við at siga, at alt var avgjørt: flogbóltskappingin skuldi vera í Fuglafjarðar og Vága kommunu, orsakað av, at ein teldupostur frá teimum ikki varð svaraður.

Hetta er sjálvandi harmiligt og burdi ikki hent. Um viljin var til staðar, kundi ein lættliga tikið telefonina og kannað, um áhugi framvegis var – og tað er hann.

Klaksvíkar kommuna hevur frá fyrsta degi víst stóran áhuga í at hýsa kappingum undir Oyggjaleikunum. Vit vóru tí errin, tá ið vit fingu møguleika at vísa umboðum frä Oyggjaleikunum góðu umstøðurnar, har vit m.a. kundu vísa ä tvær hallir, góðkenda rennibreyt, tveir vallir, svimjihøll, hotell, matstovur, handlar og annað – alt innan gongufrástøðu.

Tað einasta, vit ikki hava í løtuni, er ein vøllur til sandflogbólt, men vit eru sjálvandi klár at finna eina loysn fyri tað eisini. Fundurin endaði við, at vit enn einaferð bjóðaðu okkum formelt fram at hýsa flogbóltskappingunum. Vit hava øll neyðug høli og hentleikar – og kunnu lyfta uppgávuna uttan stórar íløgur. Ein nýggjur sandvøllur hevði verið eitt spennandi ískoyti til okkara ítróttaumhvørvi.

Eitt slíkt ítróttatiltak samansjóðar bæði bý og fólk, og hesum ynskja vit sum býráð at arbeiða fyri.

 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
OYGGJALEIKA­NEVNDIN HEVUR SJÁLV SKAPT EIN…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Veðrið á Summar­festivali­num í ár
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum