
Veðrið á Summarfestivalinum í ár
Veðrið á Summarfestivalinum í ár sær út til at fara at vera umleypandi. Frá hósmorgni til fríggjakvøld fara tvey lágtrýst beint tvørtur um Føroyar, og tey hava nakað av vindi við sær og regn eisini.
Millum tey bæði lágtrýstini er ein hátrýstryggur – hann fara vit at merkja seint hóskvøldið og eitt sindur út á fríggjanáttina.
Hósdagin:
Á middegi kemur hann sunnaneftir, frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn. Út á seinnapartin gongur hann vesturum og minkar vindin spakuliga. Um kvøldið eru frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Fríggjanáttina gongur hann niður í útsynning. Hitin 10 til 13 stig.
Fríggjadagin:
Fyrrapartin frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin og um kvøldið fer hann at koma av útsynningi, eitt sindur minni vindur, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Út á náttina minkar vindurin niður um 10 m/s. Hitin 9 til 13 stig.
Leygardagin:
Hann fer at liggja millum vestan og útsynning allan dagin, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin við skiftandi skýlofti og sólglottum, men eisini okkurt ælið. Sum tað líður á seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað er so vindferðin restina av degnum og kvøldinum. Lofti skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.