Lýsing
Lýsing
Lýsing

OYGGJALEIKANEVNDIN HEVUR SJÁLV SKAPT EIN TRUPULLEIKA

SKRIVAÐ: FBF  |  05.08.2025 - 17:25 Ítrottur Tíðindi

Formaðurin fyri Oyggjaleikanevndini var í útvarpstíðindunum í dag og tosaði um, hví líkt er til, at flogbóltur ikki verður í Klaksvík á Oyggjaleikunum 2027.

Hann segði, at flogbóltur ikki verður í Klaksvík á Oyggjaleikunum 2027, tí at Flogbóltssamband Føroya ynskti, at flogbólturin verður aðrastaðni. Vit sum varða av Flogbóltssambandi Føroya halda, at formaðurin, Teitur Samuelsen, her vaskar sínar hendur og kastar bóltin til FBF. Hann hevur ikki atlit at samlaðu gongdini í málinum og tað tænir honum helst best - men ikki okkum.

Flogbólturin er ikki farin úr Klaksvík, tí Flogbóltssamband Føroya ynskti tað. FBF metir, at umstøðurnar at leika flogbólt í Badmintonhøllini í Klaksvík eru millum tær bestu í landinum.

Oyggjaleikanevndin tók upprunaliga avgerð um at staðseta flogbóltin í Klaksvík hóast hon visti, at FBF hevði gjørt avtalur við Vága Kommunu og Fuglafjarða kommunu um, at flogbólturin skuldi verða har, um hann ikki varð staðsettur við Tjarnir.

Nakað seinni broytti Oyggjaleikanevndin so aftur støðu og nú er flogbólturin staðsettur á Giljanesi og á Kambsdali.

Frá byrjan av gjørdi FBF teimum sum standa á odda fyri Oyggjaleikunum greitt, at eitt endamál við Oyggjaleikunum 2027 var, at skapa grundarlag undir sandflogbólti í Føroyum. Tí ynsktu vit, at varandi vallir blivu bygdir til sandflogbóltin. Og at hesir vallir blivu bygdir skjótt og ikki bara til Oyggjaleikirnar, soleiðis at teir eisini kundu brúkast til fyrireikingar til kappingar sum standa fyri framman og hartil so eisini í 2027 til Oyggjaleikirnar. Við hesum vildu vit brúka Oyggjaleikirnar til at fáa eina varandi loysn og eina góða byrjan til sandflogbólt í Føroyum. At munandi íløgur blivu gjørdar í flogbóltin - sandflogbóltin - sum kundu standa eftir, at Oyggjaleikirnir vóru liðnir.

Í juni 2024 setti FBF seg í samband við nakrar kommunur um hetta og tvær av hesum - Vága Kommuna og Fuglafjarðar Kommuna - vendu skjótt aftur við nøktandi áhuga. Hinar vendu ikki aftur.

Tað vísti seg tó, at fyri at fáa hesar kommunur at gera hesar íløgurnar, so ynsktu tær eisini at sleppa at hýsa innandura flogbóltinum á Oyggjaleikunum. Vit gjørdi teimum greitt, at um flogbólturin ikki varð staðsettur í høllini við Tjarnir, sum tá var undir bygging, so bleiv innandura flogbólturin staðsettur í hesum báðum kommunum, sum høvdu víst áhuga at byggja sandflogbóltsvallir.

Hetta kunnaðu vit Oyggjaleikasamskiparan um fleiri ferðir. Hóast tey sum hava ábyrgdina av Oyggjaleikunum vistu av hesum, gjørdu tey í desember 2024 av at leggja flogbóltin í Klaksvík.

FBF metir, at umstøðurnar at leika flogbólt í Badmintonhøllini í Klaksvík eru millum tær bestu í landinum. FBF hevur ongantíð sagt, at vit ikki ynskja at flogbólturin skal vera í Klaksvík. Fyri FBF hevur tað tó vigað tungt, at tær kommunur sum valdu at gera millióna íløgur í sandflogbóltin eisini fingu fyrsta rættin til innandura flogbóltin á Oyggjaleikunum.

Støðan er tí, at tá Oyggjaleikanevndin gjørdi av at leggja flogbóltin í Klaksvík var tað uttan at FBF visti av hesum og eftir at FBF longu hevði gjørt avtalur við Vága- og Fuglafjarðar kommunur um, at flogbólturin skuldi verða í teimum kommununum. Sum nevnt, so vistu tey, sum hava ábyrgdina fyri Oyggjaleikunum av hesum.

Oyggjaleikanevndin broytti so seinni støðu í sambandi við staðsetingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
OYGGJALEIKA­NEVNDIN HEVUR SJÁLV SKAPT EIN…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Veðrið á Summar­festivali­num í ár
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum