SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
– Eg upplivi sambandið millum Dynamit og Vágsbø sum ófatiliga sterkt og gevandi, sigur Niclas Heri Jákupsson
Fríggjakvøldið spælir væl umtókti poppbólkurin Dynamit á Vágsbø.
20 ár eru liðin, síðani bólkurin spældi á Summar Festivalinum fyrstu ferð, og í ár fyllir stóra hittið hjá bólkinum, "Grøv nummar 13", 40 ár.
Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live.
Framførslan í 2005 var framúrskarandi, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.
Dynamit hevur regluliga spælt á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir. Fáir ella eingir bólkar megna sum Dynamit at fáa lív í Vágsbø. Og í ár – 20 ár eftir fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum – verður aftur møguleiki at uppliva Dynamit á stóra pallinum á Vágsbø.
– Vit hava havt nakrar fantastiskar løtur á Vágsbø, og vit gleða okkum at spæla aftur á Summar Festivalinum. Eg upplivi sambandið millum Dynamit og Vágsbø sum ófatiliga sterkt og gevandi. Tað kemur ein øgiliga meg frá teimum mongu fólkunum, sum syngja við, og tað gevur okkum enn meira orku at geva nakað aftur. So ein konsert við Dynamit er eitt samspæl millum bólk og áhoyrarar, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit.
Her ber til at síggja video-samrøðu við Niclas Hera Jákupsson: