Prof. Christian Bartholdy
Serliga hesar persónar Prof.Chr. Bartholdy og prof. Wisløff. Eg sá fram til og hevði glett meg at møta og hoyra, á bíbliuskúlanum hjá IM í Staffeldsgata Oslo har báðir m.a. eisini undirvístu, og gingu á odda viðvíkjandi nýggja universitetunum. at fáa sett á stovn, saman við øðrum. Men tá í skúlin skuldi byrja, var prof. Bartholdy vorðin sjúkur og endaður á sjúkrahúsi. Og har vaktið hvørja nátt m.a. ein lærari við song hansara eftirsum hann viknaði. Vit fingu nakað frá lærarum at vita um sjúkdómin frá sjúkrahúsinum hvønn morgun, henda morgun vil eg líka nevna til seinast. Sá serliga tyngd á læraranum, líka tá segði hann, sum var yvirlærari til dagligt, góðu næmingar fyrigevið mær, í nátt legði eg merkið til Bartholdy var so veikur á málinum, at hann teskaði til mín avtíð, eg boygdi meg niður til oyra hansara:” E,g snøgt sagt kendi meg so veikan, men mátti stilla honum spurning :? Bartholdy, heldur tað enn vit báðir boðaðu fólki um trúgv á Harran Jesus:”á ja, meir enn so”. Skráin í fríðløtuni aftaná tíman, er enn hálvthundrað ár síðan, ein dagsskrá her hjá okkum av og til.
Autoritetur Bíbilsins og nýtsla:” Av Prof. Bartholdy»
Autoritetur bíbilsins kann ikki grundast og enn minni bevísast. Hann er nakað Gudgivið, líkasum øll tilvera okkara, innanfyri skaptu rammu Guds. Hvat var tað, D,fyri ein myndugleiki, mín faðir útinti yvirfyri mær? Hví høvdu orð hans meiri tyngd yvirfyri mær enn onnur frá fólki. Hví verður dømið hans aldrig gloymt. Eg minnist væl eina prestasamkomu, har ein kom minni væl í gongd við at kritisera sín undangongu mann, hvørs sonur var hjástaddur, við tað sama steðgaði hann kritikkinum og frábeyð sær, at hoyra meir av slagnum. Faðir mín var veruliga ikki feilfríður innvendi hann. Nei,tað veit eg gott, men eg vil als ikki umrøða feilirnar saman við tær, svaraði dronguri. Støðan gjørdist pínlig, men í míni hugsan tók eg hattin av fyri soninum. Tað er nakað her í lívinum sum er uttan grundgeving ella bevísførslu og í grundini eisini uttanfyri nakra tjakførslu. Skal eg umrøða faðirs feilir, kann tað bert vera saman við systkjum mínum. Men altso; autoriteturin kann ikki begrundast, hann er nakað Gudgivið.Og kann bert bevitnast. Gud hevur lagt hond sína á meg, við at latað meg føðast í einum kristnum landi og harafturat í einum trúgvandi heimi. Mítt fyrsta bevísta minnið um Gud er, at tá eg var komin upp um morgunin, skuldi eg koma inn í stovu faðirs, setast á knæ hansara, og lærdi eg tá, at falda hendur mínar og siga: Kærið Várharri vilt tú hjálpa mær. at blíva ein góður drongur í dag. Móður lærdi meg, at biða kvøld bøn, fyrst eitt vers og í átta árs aldrinum Faðirvár. So var tað morgunandakt, síðan kirkja um sunnudagin har faðir prædikaði. So var tað Bíbilsøga, Tey tíggju boðini og Katekismus. Tá eg gekk til prest og sunnudagsskúlið har Niels smiður formanaði okkum til at elska Jesus. Og so vóru tað menniskjur í samlaðust í konfirmantstovuni og høvdu við sær bíbil, sálmabók og Heimlandstónar. Hetta vóru kanalirna Gud nærmaði sær barndómi mínum. Um so kann sigast, so eru mong áratøkini í lív mínum tykin síðani. Og erlig tala so havið eg higartil tolt lívið við umrøddu barlast míni. Gud havið lov og ærui
Endin á umrøddu ferð okkara á norska bíbilskúlanum, gjørdist jarðarferðin hjá professor Prof.Chr Bartholdy har sorgin tóktist ikki vera orð fyri á skúlanum og umkresið í landinum, ja øllum Skandinavia. Jarðarferðin fór fram í dómkirkjuni í Oslo har biskop Smemo helt eina av síni óglómandi talum og segði m.a:” Idag er eitt av kirkjunar størstu trøðum fallið”. Ikki nøkur sokalla stutt talað men, fengslandi og hugtakandi at sita undir. Og Hoyra uppá,eisini uttandura kirkjuna, vegna yvirflógina av fólki ì vístið samkensluð. At enda er ógloymandi, fyri mær og konuni tað náði og minnuligu hjáverðu okkara, um hvussi tað eisini kann vera tá fólk Harrans fer heim til landi mær og tær er sagt frá.
Jóhannes M. Olsen.