Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini frá høgru: Steindóra á Stongunum (skrivstovufólk), Johnny Olsen (starvsnevndarlimur), Ása Olsen (forkvinna í MEGD), Dánjal Højgaard (løgfrøðiligur ráðgevi), Sonja Olsen (starvsnevndarlimur), Ruth Thomsen (fráfarandi forkvinna) og Bárður Atlason Ísheim (aðalskrivari).

Fosturtøka vegna sjúku, ættarbregði og tarn er eisini mismunur

SKRIVAÐ: Ása Olsen, forkvinna í MEGD  |  30.09.2025 - 07:08 Politikkur Tíðindaskriv

Fyriliggjandi uppskot til fosturtøkulóg, ið nú er lagt fyri Løgtingið, er nærum tað sama, sum hitt fyrra, ið fall í 2024. Sostatt eru framvegis týðandi avbjóðingar í uppskotinum, ið m.a. stríða ímóti altjóða lóg. Millum annað leggur uppskotið upp til mismun vegna sjúku, ættarbregði og tarn, sum øll verða bólkað sum brek. Sostatt er uppskotið í stríð við altjóða breksáttmálan. MEGD, ið er meginfelag fyri fólk, ið bera brek, kann ikki góðtaka hetta og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, uttan so at batar verða framdir.

 

Mismunur vegna sjúku, ættarbregði og tarn

Hóast MEGD í hoyringarskrivinum ger vart við fleiri týðandi avbjóðingar við uppskotinum, valdi landsstýrið einans at gera nakrar fáar batar, her undir at strika orðið ”brek”. Sostatt manglar enn at í nøktandi mun at lýsa ”brek”, sum hugtak.

Uppskotið inniheldur tí framvegis fleiri atlit, sum bæði loyva og leggja upp til mismun vegna brek, her undir at fosturtøka verður framd vegna ættarbregði, ymiskum sløg av sjúku og tarni.

MEGD mælir staðiliga til at strika hesi hugtøk úr uppskotinum, umframt onnur orð, ið kunnu hava sama ella líknandi týdning, soleiðis at nýggja fosturtøkulógin ikki framhaldandi verður ein mismunarlóg, eins og hin gamla frá 1956.

Um vit høvdu eina skipan fyri at stuðla fólk við breki í at taka avgerðir sjálvi, heldur enn at taka avgerðir fyri tey, varð helst ikki neyðugt at staðiliga nevna slík hugtøk, og kundi hetta javnstillað fólk við breki eitt nú innan fosturtøkuspurningin.

 

Skerjir felagsfrælsið

Uppskotið áleggur eisini MEGD eina skyldu at ráðgeva um fosturtøkuviðurskifti, hóast MEGD ongantíð hevur ynskt sær hesa uppgávu og áhaldandi hevur frábiðið sær hetta. Gigni hevur longu eina fakliga sterka fosturtøkuráðgeving, og MEGD hevur staðiliga og áhaldandi mælt frá, at MEGD, ímóti sínum vilja, fær álagt somu skyldu at ráðgeva, sum ein myndugleiki longu hevur, og sum felagið als ikki hevur ætlanir um at menna.

Um hetta ikki verður rættað, verður grundleggjandi og lógarfest frælsi hjá felagnum brotin, sum meginfelagið, eins og onnur feløg, hevur til at skipa egin viðurskifti. Løgtingið er sostatt í gongd við at bróta hægri lóg, og eigur tí at eisini fáa hetta rættað beinanvegin.

Eingin hoyring

Nú uppskotið til fosturtøkulóg verður lagt fyri Løgtingið aftur, og uttan at MEGD og onnur hava fingið møguleika fyri at blíva hoyrd, harmar tað okkum, at mann í nógv størri mun ikki hevur gjørt ítøkiligar broytingar í mun til uppskotið, sum fall i 2024. Sum áður viðmerkir meginfelagið einans viðurskifti, ið viðvíkja breki og brekrættindum, og fer tí ikki inn á onnur evni, sum t.d. vikutalið.

Harumframt komu nýggj tilmæli frá altjóða brekrættindanevndini í september í 2024 um, at rættindi í skipanum og viðurskiftum, ið viðvíkja fosturtøku, verða betrað í føroyska lógarverkinum. Hesi tilmæli eru heldur ikki tikin við.

 

Ættarrøkt er mismunur vegna brek

Uppskotið gevur, sum heild, sterkar og greiðar ábendingar um mismun. Yvirskipað sæð slepst neyvan undan at uppskotið elvir til skipanarliga ættarrøkt, ið er grovt og álvarsamt brot á altjóða lóg, og sum harumframt reint menniskjasliga ger Føroyar til meiri einstáttað og tilafturskomið samfelag, har fólk við breki kunnu kenna seg óynskt og óvælkomin.

Tað kennist veruliga, sum vit eru á einum vegamóti, tí hvør skal gera av, um tær forðingar í samfelagnum eru nóg álvarsamar til at mítt brek er haldgóð orsøk til at velja fosturtøku frá ella til? Hvar gongur markið?

 

Mismunur vegna kyn

Um ætlanin við uppskotinum er, at kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, so má hetta vera gjøgnumgangandi og fyri allar kvinnur – eisini kvinnur, ið bera brek. Annars verður mismunur eisini framdur vegna kyn.

Eitt annað, ið uppskotið ikki nevnir, eru rættindini hjá pápanum. Hvar eru páparnir í hesum málinum?

Hoyrdi eina kvinnu í kjakinum um fosturtøku, ið segði, at hon hevði fingið ráðgeving og vegleiðing um at fáa sær fosturtøku við tí eina barninum, tí serkunnleikin metti, at barni bar brek. Tá barnið varð føtt vísti tað seg, at barnið hóast alt ikki bar brek.

Hesar orsøkir tala fyri at bæði foreldur, sum standa í tí støðu, har fosturtøka er ein møguleiki, at fáa góðan og hollan stuðul í at taka avgerðina, umframt góða kunning um bæði egin rættindi og rættindi hjá fostri/barni.

 

Tøkni og serkunnleiki eru ófullkomin

Gransking vísur, at hvørki tøkni ella serkunnleiki eru fullkomin, og tí eigur álitið ikki at vera sett á tey í hesum týðandi máli. MEGD vil eisini av hesi orsøk mæla Løgtinginum frá at samtykkja lógaruppskotið, ið stríðir ímóti Breksáttmálanum og sum ikki hevur verið til almenna hoyring.

Ein eigur í tí høpi eisini eisini at spyrja, um Tingskipan hjá løgtinginum verður hildin, um løgtingsumboð ikki senda síni uppskot til hoyringar, eitt nú við somu treytum sum hjá landsstýrinum, við 4 vikum freist at senda ummælis- ella hoyringarskriv? Stríðir uppskotið sostatt ikki við hægri reglugerð? Og kann hetta ikki minka um lógargóðskuna?

 

Brot á Tingskipanina

Sambært Tingskipanini grein 37, stykki 3(1a-d), verður nevniliga ásett at:

Í viðmerkingunum til lógaruppskot skulu verða hesar viðmerkingar: Almennar viðmerkingar, t.v.s.

a) Frágreiðing um galdandi lóggávu og upplýsingar um, hvussu hevur verið, og kann verða funnist at henni,
b) ein stuttur samandráttur av nýskapanini við uppskotinum,
c) hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum,
d) hvørjir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til ummælis, og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið,
ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek (Breksáttmálin) er ein altjóða mannarættindasáttmáli, ið Føroya Løgting samtykti at seta í verk fyri Føroyar í 2009. Nú ætlar Løgtingið at samtykkja eina lóg, ið greitt stríðir við nevnda sáttmála. Hesin sáttmáli er greiður og ásetur millum annað at:

Grein 1. Endamál: Endamálið við hesum sáttmála er at fremja, verja og tryggja fólki, ið bera brek, øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi fullvegis og javnbjóðis, og fremja virðingina fyri teirra viðføddu tign.

Fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvunum føti við onnur.

 

Við vón um góða hoyring og viðgerð í tinginum

Hvar eru nú tey mannarættindi, ið sáttmálin vísir á? Er veruleikin tann, at sama ting, ið hevur samtykt at seta sáttmálan í gildi fyri Føroyum, nú ætlar at samtykkja eitt lógaruppskot, ið greitt brýtur sama altjóða sáttmála? Og hví ikki fylgja Tingskipanini, eina av landsins evstu reglugerðum?

MEGD ynskir eitt samfelag, ið rúmar øllum, bæði nú og í framtíðini! Vónin er tískil at uppskotið fær eina uppbyggjandi umrøðu í Løgtinginum og eina munagóða viðgerð í rættarnevndini hjá løgtinginum, har MEGD fær høvið at luttaka sum hoyringspartur.

 

Ása Olsen, forkvinna í MEGD

Lýsing
Seinastu tíðindini
Roykjarar skulu minka um hallið hjá samg…
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
Mentan­ardagu­rin Heystglóð verður í Klaks…
Fíggjar­mála­ráðið ikki heilt vaknað?
Fíggjar­lógin 2026: Dentur lagdur á haldf…
Ljós í skúrunum
Fýra nýggir lærlingar hjá Kanjon
Fólka­tingið: Fartelefonin skal út úr fól…
Fosturtøka vegna sjúku, ættarbregði og t…
Hvussu stórar inntøkur fær lands­kassin a…
Hvat vilja føroyingar ?
Lions Suðuroy stuðlar Alzheimer­felagnum
Føroyar til EM í talvi
Prof. Christian Bartholdy     
KÍ hevur bara einaferð skorað fleiri mál
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Grønlendsk listaframsýning
Seks KÍ-leikarar á A-lands­lið­num hesafer…
Føroya fyrsta Brekumboð sett
Kveikja hugin til íverksetan