ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild.
Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 174.357 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 70% í mun til í ár.
Makrelstovnurin hevur verið í minking síðani 2014. Niðurgongdin í stovninum stavar helst frá ovveiðu seinnu árini saman við eini minking í tilgongdini seinastu tíggju árini.
Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 851.344 tons fyri 2026, sum er ein lækking á 41% í mun til 2025. Henda lækking kemst av, at gýtingarstovnurin minkar skjótt vegna vánaliga tilgongd síðani 2022 og at metingin av góðu 2020 og 2021 árgangunum er justerað niður í stovnsmetingini í ár.
Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til í ár.
Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú umleið 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons). Góðu árgangirnir frá 2021 og 2022 væntast at venda hesi gongdini, soleiðis at roknað verður við, at stovnurin fer at vaksa komandi árini.
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026 og broytingarnar frá 2025 til 2026.