
Fíggjarmálaráðið ikki heilt vaknað?
Har fíggjarlógaruppskotið fyri 2025 taldi 508 síður, telur tað fyri 2026 einans 55 síður við permu, og tí eru heilt nógvir postar, sum vóru at síggja í fjør, ikki við í ár. Eisini er framløgan sjálv merkt av fleiri diassum við "Lorem ipsum dolor sit amet". Tað tykist, sum um onkur hevur fingið skeiva beinið úr songini og hevur lagt kladdur út.
Tá hugt verður á https://www.fmr.fo/fo/logir-og-reglur/figgjarlog/figgjarlog-2004-2026, og "Uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2026" valt, koma einans 55 síður fram, og tað er neyvan alt fíggjarlógaruppskotið.
Eisini eru mong dias í framløguni, sum liggur á somu síðu, orðað við "Lorem ipsum dolor sit amet", sum er ein standardtekstur í skabelónunum í Powerpoint.
Alt bendir tí á, at skeiv skjøl eru løgd út á heimasíðuna.