Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sólvit Nolsøe fór úr politikki og gjørdist kommunustjóri í Vestmanna kommunu herfyri. Á myndini sæst hann vitja á Norðlýsinum í juni mánaða | Mynd: Jóhann Lützen

Sólvit Nolsøe tungan á vágskálini fyri Ja-síðuna?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.10.2025 - 00:04 Leiðarin Politikkur

Tað var serliga málið um fría fosturtøku fram til 12. viku, ið fekk Sólvit Nolsøe at stinga í sekkin. Hann kundi ikki góðtaka, at Framsókn kravdi av sær, at hann skuldi vera fyri tí málinum. Men við at taka seg úr politikki gerst Sólvit E. Nolsøe at síggja til tungan á vágskálini fyri, at fosturtøkumálið eftir øllum sólarmerkjum verður samtykt við smalast møguliga meiriluta, 17-16.

 

 

2. viðgerð og tilhoyrandi atkvøðugreiðslan hava sjálvandi ikki verið enn, men allar tær ábendingarnar, sum higartil eru komnar, siga, at uppskotið um fría fosturtøku fer at verða samtykt við 17 atkvøðum ímóti 16. Hevði Sólvit Nolsøe ikki sagt tingsessin frá sær, hevði hetta lutfallið verið øvugt – uppskotið hevði alt annað líka fallið við 17 atkvøðum ímóti og 16 fyri.

Men av tí at Sólvit E. Nolsøe er farin úr Løgtinginum, fær hann ikki leverað sína atkvøðu til Nei-síðuna og lyft hana upp á 17 og harvið til ein meiriluta. Í staðin fer varamaður hansara, Árni Dam, at levera eina Ja-atkvøðu til mótpartin og harvið at bera málið ígjøgnum.  

 

Angribolla at fyribyrgja abort?

Spurningurin, sum eftir stendur, er, um tað er møguligt fyri Sólvit E. Nolsøe at taka ein ”angribolla” og taka sætið aftur eftir at hava sagt hann frá sær? Tað sær ikki soleiðis út. Í §62 í Tingskipanini verður tað at siga tingsessin frá sær mett javnt við, at løgtingsfólkið doyr, og §63 hevur bert áseting fyri, hvussu tingfólk í farloyvi taka sætið aftur – og Sólvit er ikki í farloyvi; hann hevur frásagt sær sessin.  

Tað hevði heldur ikki verið neyðugt fyri Sólvit E. Nolsøe at farið úr Løgtinginum. Partakvinnan Hanna Jensen situr framvegis á tingi, og at hon eins og áður er harðliga ímóti broytingini í fosturtøkulógini, kom týðiliga fram undir 1. viðgerð av uppskotinum í dag. Almenningurin veit ikki, um tað í Framsókn er gjørd nøkur roynd at fáa Honnu Jensen at broyta kós í fosturtøkumálinum, men um nøkur tílík roynd er gjørd, er hon í øllum førum miseydnað. So fyri tað kundi Sólvit væl havt verið sitandi og meinað og atkvøtt tað sama sum í fjør.

Herundir sloppið at felt uppskotið um fosturtøku saman við Honnu Jensen fyri 2. ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Lýsing