Hjarnar heiðraðir við Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls
Í 50 ár hava teir rokkað føroyska tónleikapallin, teir hava sungið seg inn í hjørtuni á óteljandi fólkum og við fangandi tónleiki rúnarbundið føroyingar og útlendingar. Á konsertini fríggjakvøldið vórðu teir heiðraði við Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls.
Á heiðursplátuni stóð soleiðis: “Fyri dygdargott avrik og nýhugsan innan tónleik. Tit hava brotið upp úr nýggjum og myndað føroyska tónleikapallin í meiri enn 50 ár.
Tit hava - hvør á tykkara hátt – sett serligan dám á ljóðmyndina hjá bólkinum við framúr spæli og sangi.
Undirtøkan var frá byrjan góð, og hóast 50 ár eru liðin, er hon enn í hæddini.
Tit vísa vegin!”
Tað var Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, ið handaði heiðurin uttan at bólkurin Hjarnar vistu um nakað. Tí gjørdist hetta ein heilt serlig løta, og fagnaðurin var stórur í Varpinum.
Eisini landsstýrismaðurin í Mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, helt røðu, har hann heiðraði bólkin fyri flottu konsertina og drúgva tónleikaliga íkasti bólkurin hevði givið føroyska samfelagnum.
Landsstýrismaðurin helt skemtiliga fyri, at tá hann vaks upp og var tannáringur á Eiði, so hingu eitt tíðarskeið tvær plakatir í kamarinum. Onnur var av Manchester United liðnum frá 1999 við Peter Schmeichel, Roy Keane, Ryan Giggs, Jaap Stam, Paul Scholes, David Beckham og øðrum, sum vunnu “the treble” tað árið. Hin var plakatin av forsíðuni av single-útgávuni hjá Hjarnum frá 1982 við “Into the Night” og “Breaking my Heart”.
Orsøkin var heilt einfalt, at í eitt tíðarskeið fyri umleið 45 árum síðan, var pápi hansara ljóðteknikari hjá bólkinum. Og av hesi orsøk fanst ein slík innrammað plakat av Hjarnari úr Sjúrðakvæðunum við føroyskari húgvu og guitar í hond í húsunum hjá honum á Eiði. Hon kom at hanga í hansara kamari.
Hóast gott 50 ár eru gingin, so vísti konsertin í Varpinum, at teir vóru í toppform. Ljóðið var framúr, og rokkurin fekk góð minnir fram aftur um eina gleðistíð, har alt bar til.
Røðan hjá borgarstjóranum, Karl H. Johansen:
Gott kvøld, øll somul
Hetta er heilt fantastiskt, ha?
Ikki sørt man verður glaður at hoyra allar hesar góðu, gomlu slagaranar aftur.
Eg rokni við, at tey flestu sum sita her minnast aftur á løtur og støður, har hesi kendu løgini rungaðu bæði í útvarpinum og á dansigólvum runt umkring í landinum.
Míni ørindi eru hvørki at syngja ella at taka ein “svingom”, menvegna Klaksvíkar býráð at heiðra hendan fantastiska tónleikabólk.
Viðurkenningin, Listavirðisløn Nólsoyar Páls, hevur síðan 2013verið latin framúr mentafólki, sum skapa list á ymiskum økjum innan mentan.
Klaksvík hevur fostrað nakrar av fremstu tónleikarum, sjónleikarum, rithøvundum og listamálarum, og hetta eru vit SERA errin av.
Tit, sum hava myndað Hjarnar, hoyra til hendan bólk.
Fyri dygdargóð avrik og nýhugsan innan tónleik, hava tit brotið upp úr nýggjum, og ikki minst myndað føroyska tónleikapallin í meiri enn 50 ár.
Tit hava – hvør á tykkara hátt – sett serligan dám á ljóðmyndina hjá bólkinum, við framúr spæli og sangi.
Undirtøkan var frá byrjan góð, og hóast 50 ár eru liðin, eru tit enn í hæddini. Tað munnu vera fá, sum ikki duga at syngja “Alla nátt”.