Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólakortini fara nú um land og ríkið

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.12.2025 - 16:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Á Skúlatrøð eru vit í jólahýri, og næmingarnir hava aftur í ár verið raskir at skriva jólakort til ommur, abbar, mostrar, vinfólk og onnur, sum teir vilja gleða. At skriva jólakort er ein gamal siður, sum vit eiga at varðveita, tí millum annað minnir hann okkum á týdningin í at vísa øðrum umsorgan og kærleika

 

Í eini tíð, har nógv samskifti fer fram á skíggjum, er tað serstakt at fáa eitt handskrivað kort, sum vit kunnu halda í hondini, gleðast um og goyma sum minni. Jólakortini kunnu eisini knýta bond millum ættarliðini og vísa, at vit hugsa um hvønn annan. 

Í farnu viku kom løtan, tá ið Signhild frá Posta heintaði jólakortini, sum næmingarnir høvdu skrivað. Kortini fara nú út um land og ríkið, og vónandi fjálga og gleða tey mongu móttakararnar. Og vit takka Posta fyri góða tænastu.

Les meira her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tjóðveldi fyri seinastu ferð
Jannie er viljasterk, handlikraftig og r…
Tað skal verða lættari hjá borgarum við…
Afturbering av MVG (25%) til okkara ungd…
Bíðitíðin til útgreining skal styttast
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna