Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður svíkir verkafólk

SKRIVAÐ: Verkafólk  |  22.02.2026 - 20:29 Politikkur Tíðindaskriv

Tingfundurin í morgin verður avgerðandi fyri, um vit í Føroyum hava nakran flokk, sum umboðar verkafólkið.

 

Vit vóru spent, tá ið nýggj samgonga tók við í 2022, men tað er ikki sørt, at Verkafólk kenna seg svikin av løgmanni og samgonguni í spurninginum um pensjónir.

Løgmaður hevur gjørt ein politiskan rossahandil við Ruth Vang, fíggjarmálaráðharra, sum gongur beint ímóti øllum tí, sum Javnaðarflokkurin átti at staðið fyri. Verkafólk skulu vera longri á arbeiðsmarknaðinum, so ein tunnil kann gerast.

Tveir av trimum flokkum í samgonguni siga seg annars umboða verkafólkið, og løgmansflokkurin varð stovnaður av júst arbeiðarafeløgunum. Men kortini hava Javnarflokkurin og Tjóðveldi latið Framsókn samanvevja tvey so fullkomuliga ymisk mál:  Suðuroyartunnil og hækkan av pensjónsaldrinum. Tvey mál, ið á ongan hátt hava nakað við hvørt annað at gera.

Tingfundurin í morgin verður avgerðandi fyri, um vit í Føroyum hava nakran flokk, sum umboðar verkafólkið. Tingfólk nýtast ikki at lata seg binda av ivasomu avtalunum, sum løgmaður og leiðslan í landsstýrinum ger. Tingfólk eru einans bundin av síni sannføring. Í morgin fáa tit í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi høvi at vísa, hvørji tit eru, og hvat tit standa fyri.


Verkafólk gera sítt

Nógv av verkafólkum okkara fara út á arbeiðsmarknaðin sum tannáringar, og tað er óvirðiligt at krevja, at tey skulu vera uppaftur longri á arbeiðsmarknaðinum enn tey eru nú.

Okkara verkafólk gera hvønn dag sín part úti í samfelagnum. Verkafólk krevja ikki nøkur serrættindi, men politiski myndugleikin má taka spurningin um pensjónsaldur í størri álvara og síggja, at tað er mark fyri, hvussu nógv tú kanst krevja av fólki.

Hetta uppskot bjóðar allari fakfelagsrørsluni av á ógvuliga grundleggjandi økjum, og tað verður ikki á okkara vakt, at hetta fer stillisliga framvið.

Okkara inniliga áheitan á tinglimirnar er: Fellið hetta uppskotið! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.
 
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Lýsing