Lýsing
Lýsing
Lýsing
Slíkar konsertir áttu at verðið afturvendandi | Mynd: Dávur Winther

Torra-Konsertin í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  22.02.2026 - 23:01 Mentan Myndarøð Tíðindi

Monika Stauss Joensen á violin - Jóhannes Andreasen fylgispæl á flygil

Hetta var endaskráin á Torradøgunum hesaferð:

Ludvig van Beethoven             Sonata fyri klaver og violin nr.1 A-Dur

César Franck                               Sonata fyri Violin og klaver A -Dur

Violinsonata av Ludvig van Beethoven (1770-1827) nr. 1 og César Franck (1822-1890), eru tvær veruligar perlir í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri Violin og klaver. Í mun til sonatur frá fyrr, er leikluturin av báðum instrumentum líka stillað og eru tey í samsvarandi dialog  við hvønn annan.

Soleiðis skriva leikarnir um konsertina.

Violinsonata av César Frank varð skrivað í 1886. Franck komponieraði sonatuna í 4 satsum sum brúðleypsgávu til víðakenda violinistin Eugène Ysaýe.

Longu aftaná frumframførsluna bleiv hon kalla “nakað heilt serligt” og bleiv beinavegin væl umtøkt. Samanspælið millum violin og klaver byrjar í fyrsta satsi ógvuliga yndisligt og livandi, mennir seg gjøgnum satsirnar til eitt livandi samanspæl millum bæði instrumentini, sum skiftir frá lyriskum til turbulent motivir og endar í finaluni - vinarliga og glað.

Jú, so var! Ein krevjandi leiklutur hjá báðum leikarunum. Kundi stundum tykjast stressandi fyri tey til tíðir. Men tað, tey megnaðu best, var at geva hvørjum øðrum pláss, og tá ið “Duetirnar” leikaðu, so klaraðu tey at fylgjast væl, og stuðla hvørjum øðrum við frálíkum spæli.

Tað merkist og hoyrist, at Monika Stauss Joensen og Jóhannes Andreasen eru væl samanspæld. Tey eru klár til konsertirnar, sum liggja fyri framman. Tey kundu sítt handverk!

Slíkar konsertir áttu at verðið afturvendandi – ikki minni enn einaferð um mánaðin. Passalig í longd, ikki ov stutt og heldur ikki ov long.

Men so at sita í slíkum høli – slíkari høll, við slíkum klangi, sum ber so nógv – við slíkum ljóðførum. Tað er tikið úr leikum!

Tað er, sum tú droymir teg burt í onnur lond – Til aðrar stórar og líka flottar konserthallir. Hetta er nakað serskilt, tí tú situr jú við Sandin! Her, sum alt kann henda og fer at henda um stutta tíð. Vit hava so nógv at vera takksom fyri.

Takk fyri eina frálíka konsert!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av