Lýsing
Lýsing
Lýsing

11 lagkøkustykkir til Havnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.02.2018 - 21:50 Leiðarin Tíðindi

Landsins virðir verða í løtuni púra skeivt fordeild. Í Suðurstreymoy kennir almenna forbrúksveitslan ongi mørk, samstundis sum hundraðtals av landsins íbúgvum eru niðurbundnir við farleiðum, sum vórðu gjørdar til ferðslumynstrið í 1960’unum og ongantíð eru dagførdar síðani. Við øðrum orðum sigldu mjólkarbátar framvegis, tá seinasta ábótin varð gjørd á ferðasambandið til økið Eystan Múla.

Hyggja vit at bara nøkrum fáum íløgum hjá almennu Føroyum, so sæst skeiva gongdin beinanvegin. Landssjúkrahúsið, Glasir og vardir bústaðir í Havn fáa lítla hálva aðra milliard krónur, meðan bara stórthundrað milliónir verða brúktar í restina av landinum tilsamans. Var almenni íløgukarmurin ein lagkøka í 12 stykkjum, so fær Tórshavn 11 stykkir og restin av Føroyum eittans stykki.

 

Merkir flest best?

Tunlarnir norður um Fjall hava staðið sum ein landaskomm alla hesa øldina. Teir eru smalir, bølamyrkir, lágir og fyri at siga tað beint út: Vandamiklir. Men hetta er einasta farleið hjá fleiri hundrað borgarum, harav nógvir eru skúlanæmingar, ið ganga í lógarkravdum framhaldsskúla í Klaksvík.

Uppskotið hjá andstøðuni um at knýta tunlarnar norður um Fjall upp í bummgjaldsskipanina hjá Norðoyatunlinum er sjálvandi populistiskt; ein roynd hjá andstøðuflokkunum at vinna sær poeng á kontuna, nú val er komandi ár. Men aftursvarið hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum var at undirmeta intelligensin hjá borgarunum – tunlarnir kunnu ikki gerast, tí teir hita búskapin?!?

Í miðstaðarøkinum lempar fíggjarmálaráðharrin bara meira og meira kol á lokomotivið, so neistarokið stendur frá hjólunum, og tað hoyrist, at tá verandi hálva onnur milliard er komin væl áleiðis at brúka, so stendur Tjóðpallurin næstur á skrá. Frá búskaparfrøðingunum í Havn, sum vóru óførir at krevja eitt “rættvísari býti” av fiskiveiðuinntøkunum, hoyrist ikki eitt kis, nú teir hava fingið sín vilja. Men vit skulu fáast at trúgva, at hvørt einasta av teimum 11 lagkøkustykkjunum í Havn er alneyðugt og kann ikki goymast til seinni, meðan tað er tað einsamalla seinasta stykkið, ið útjaðarin hóast alt fær, sum ómøguligt má blíva størri, tí tað hitar búskapin.

 

Ikki hørð virði, men javnbjóðis rættindi

“Stættarstríðið er av!”, segði ein fyrrverandi løgmaður. Men hvat nyttar tað at vera heimsins javnasta land í lønum, tá so stórur munur verður gjørdur á livikorum, alt eftir hvar man býr? Kunnu vit vera stolt, tá kontrastirnar eru so stórar? Bert ein tíma frá milliardaforbrúkinum til glæsuliga Glasir, tjóðarinnar teatursal og hábærsliga H-bygningin verða vit førd 50 ár aftur í tíðina, og nú eru mjólkarbátarnir ikki eingong til hjálpar longur.

Tað verða ikki tunlarnir norður um Fjall, sum fáa nakran búskap at kóka yvir. Allar útrokningar siga, at teir kosta minni enn ein hálvur H-bygningur ella nakað tað sama sum ein hálvur skúli í Marknagili. Tað snýr seg ikki um hørð virði ella ovurupphitaðan búskap, tað snýr seg um vilja. Viljan til at geva borgarunum Eystan Múla eitt vegasamband, sum hoyrir 21. øld til.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði