“Jamen tað er bara ein tími”
Tað er onki nýtt í, at miðstaðarøkið ikki skilir útjaðaran. Vit sóu tað við kjakinum um eitt valdømi. Vit sóu tað í kjakinum um Føðideildina. Og vit sóu tað í kjakinum í gjár.
Hyggja vit inn á Rótikassan, so er ikki óvanligt at síggja, at tey í Havn bjóða uppá eina vøru, “um hon kann fáast til Havnar”. Dømi eru eisini um handlar, har vøran er seld, men sum ikki verða gjøgnumførdir, tí keyparin í Havn ikki vil út um Havnina at avheinta hana. Og í kjakinum í gjár sást sami hugburður. John Johannesen segði “um nøkur ár vera bara 40 minuttir at koyra úr túninum hjá tær í túnið hjá mær”. Ikki úr túninum hjá sær til mítt tún.
Vit í útjaðaranum fáa ofta at vita, “tað er bara ein tími til Havnar”. Tað er kanska rætt, men tann tímin er eisini hinvegin. Og har eru tey í miðstaðarøkinum trekari at fáast út um Ringvegin, enn tað er at fáa ein klaksvíking til Havnar, til dømis í studio. Tá vit útbyggja samferðslukervið, so tykjast fólk í miðstaðarøkinum at halda, at vit gera tað fyri at kunna koma skjótari til Havnar, men tað var ongantíð okkara fyrsti tanki við tí.
Eitt valdømi fremmandager veljaran
Til spurningin um valdømi var tað eisini so sum so við forstáilsinum. Tey í miðstaðarøkinum førdu seg fram við populistiskum argumentum um “allar atkvøður skulu telja líka nógv” og “politikarar skulu arbeiða fyri alt landið”. Men beinanvegin sóu vit, at fólk valdu at kompensera fyri mistu valdømini. Tey valdu borgarstjórar á ting. Ikki minst tey í Havn valdu sín borgarstjóra á ting og hava gjørt tað síðani.
Fólkið vil umboðast lokalt, og tað at vit hava eina valskipan, sum ikki longur tekur hædd fyri tí, er at fremmandagera veljaran. Hann noyðist at hugsa taktiskt, tá hann fer á val. Fyrr var økisumboðanin tryggjað í sjálvari skipanini; óansæð hvønn man valdi, so fekk økið altíð so og so nógv umboð. Veljarin fekk hugsavnað seg um tað ideologiska. Nú noyðist veljarin at hugsa taktikk og bæði taka hædd fyri flokki og fyri økisumboðan. Í versta føri kann tað enda við, at okkurt øki í Føroyum onga umboðan hevur í eitt valskeið.
Okkara samleiki liggur í bygda- og oyggjasamfelagnum
Í kjakinum nevndi John Johannesen nakað, sum fleiri í miðstaðarøkinum munnu halda – at burtursæð frá Suðuroy og Sandoy eru Føroyar ein samanhangandi býur, tí tað er landfast ímillum. Hetta er bara ikki so. Um tað veruliga var so, kundi John Johannesen ikki eins væl búð í Klaksvík sum í Tórshavn?
Frá náttúrunnar hond eru Føroyar eitt oyggjasamfelag. Og í sinninum eru føroyingar partar av fleiri bygdasamfeløgum. Okkara samleiki er myndaður av hesum báðum, og í staðin fyri at berjast ímóti hesum primera samleika okkara, eiga vit at fagna ymiskleikanum – tað er tann ymiskleikin, sum ger okkara fantastiska land til eina tjóð. Ikki til ein bý, sum helst bert miðstaðarborgarar kenna seg heima í.
Bæði í umrøddu sendingunum “Guð signi Føroyar” og í kjakinum um fiskivinnuskipan er væl og virðiliga komið fram, at ómetaliga stórur munur er á “mindsettinum” í Havn og so í Eysturoy og Norðoyggjum. Tað átrúnaðarliga er eitt, men tað vinnuliga er helst uppaftur størri. Har Norðoyggjar og Eysturoy hava eitt beinleiðis tilknýti til náttúrutilfeingið sum lívsgrundarlag, er tað fyri borgarar og politikarar í Havn ein søluvøra.
Hóast fáment og stutta frástøðu (annan vegin?) nyttar ikki at fyrigykla, at føroyingar eru ein homogen eind. Tað eru vit ikki. Og virða vit ikki ymiskleikarnar hvør hjá øðrum, fáa vit ikki gagnnýtt Føroyar til fulnar.
Vit eru góð við Havnina
Tippoldurabbi mín var A. C. Lützen, og hann var fyrsti borgarstjórin í Tórshavn árini 1866-1874. Hann small deyður, meðan hann helt røðu fyri Christian kongi níggjunda, sum Kongaminnið í Havn er reist yvir. Abbasonur hansara Svend Lützen var systkinabarn M. A. Winther, fyrsta formann í Havnar Bóltfelag. So bondini til Havnina eru sterk, og eg havi stóra virðing fyri Havnini og frøist saman við havnarborgarum, tá tað gongst Havnini væl sum býi. Havnin er bara ikki mín egni býur.
Somuleiðis eru føroyingar flestir glaðir fyri at hava ein vælfungerandi høvuðsstað, sum hevur tað gott. Men ein fortreyt fyri at kunna fegnast um at ein høvuðsstaður hevur tað gott, er, at eins egna øki eisini hevur tað gott.