Bureaukratiið køvir útjaðaran
Ofta fæst fatanin, at tey í miðstaðarøkinum og vit í útjaðaranum tosa hvør sítt mál. Miðstaðurin skilir ikki, at fiskurin fyri útjaðarafólk er sjálvt tilverugrundarlagið, tá hann bara er ein søluvøra fyri tey. Og tey skilja ikki, hví fólk á smáplássum ikki bara kunnu bíða, inntil tey í Havn einaferð hava funnið peningin til at gera tunlar. Onki í Havn stendur til at skrambla saman hvørja løtu, og tí kann tað ikki hava sovorðnan skund, tykist hugburðurin at vera.
Í útjaðaranum í Føroyum er náttúrutilfeingið, fiskurin, sjálvt lívsgrundarlagið. Vit klára okkum als ikki uttan. Tí eru røddirnar hiðani so sterkar og mótvilligar, tá miðstaðarøkið leggur upp til at máa burturav tí og gera fiskivinnuna veikari. Tað er ikki tí at vit vilja halda hondina yvir nakrar kvotabarónar, sum bara skúma róman. Tað er tí at okkara arbeiðspláss og avleiddu vinnugreinar allar standa í beinleiðis relatión til, hvussu tað gongur í fiskivinnuni. Og syrgiligi veruleikin er tann, at ofta hava hesir “kvotabarónar” lagt meira eftir seg í nærsamfelagnum, enn Landskassin hevur gjørt. Tí Landskassin røkir ikki sínar skyldur uttanfyri Havnina.
Búskaparfrøðingarnir og bureaukratiið í Havn síggja fyrst og fremst fiskivinnuna sum tøl. Har er nærum ongin trolari eftir við TN á hekkuni. Lívið á kaiini í Havn er framvegis at lossa, men ikki so nógv fisk; heldur er talan um innflutning av handilsvørum, ikki skipslastir við toski. Livigrundarlagið í Havn hevur flutt seg frá fiskivinnuni, og við tí er fiskurin har vorðin ein søluvøra sum allar aðrar. Tað sást ikki minst í fiskivinnunýskipanini, har nærum øll viðgerðin snúði seg um avkastið frá vinnuni og millum lítið og onki um umstøðurnar umborð og avleiddar vinnur. Fyri ikki at tala um, at øll hoyringarsvarini bara vórðu ignorerað.
Fiskimannafelagið, sum eins og útjaðarin hevur fiskin sum livigrundarlag, ávaraði ímóti hesum, og fekk beinanvegin skotið í skógvarnar at renna ørindir fyri reiðararnar. Tí bureaukratiið í Havn skilir ikki, at vit øll ikki eisini bara síggja fiskin eins og tey gera, sum tøl. Aftur her var talan um, at útjaðari og miðstaður tosa hvør sítt mál.
Krakkaveldið forðing fyri framburði
Á landi er støðan ikki stórt øðrvísi. Bileigarar í Føroyum rinda umleið 360 milliónir árliga í skrásetingargjøldum, vektgjøldum og avgjøldum á brennievni. Hetta er ríkiligt til at viðlíkahalda alt vega- og tunnilskervið. Men tá bureaukratiið í Havn hevur tikið sítt burturav, eru kanska einans 70 milliónir eftir til viðlíkahald. Úrslitið er, at tunlar standa í andaleypi, og vinnulívið á smáplássum hevur ótolandi umstøður. Hetta er galdandi í Hvalba, og norðan fyri Fjall er Norðfra longu flutt til Leirvíkar. Ivaleyst hava vánaligu flutningsumstøðurnar gjørt sítt til tað.
Síðani taka norðoyingar saman við øðrum góðum kreftum málið í egnar hendur. Uppskot verður lagt fyri Løgtingið um at fíggja tunlar norður um Fjall heilt uttanum bureaukratiið í Havn. P/F Norðoyatunnilin skal upptaka lán og alt skal fíggjast privat við bummgjøldum. Men beinanvegin talar bureaukratiið at; tað ber til ikki til at onnur enn Landsverk sleppa at gera tunlarnar. Við øðrum orðum: Landsstýrið vil valda, men ikki gjalda.
Í aðru ella triðju røð
Vit síggja í løtuni risastórar og kostnaðarmiklar verkætlanir, eina fyri og aðra eftir, í Havn. Glasir verður bygdur fyri omanfyri 600 milliónir. Landssjúkrahúsið fær ein H-bygning fyri 650 milliónir. Samstundis fáa Miðnám á Kambsdali 30 milliónir og Klaksvíkar Sjúkrahús 20 milliónir. Munurin skríggjar.
Barnaheim í Havn og vardir bústaðir í Havn eru á veg fyri 200 milliónir. Tjóðpallurin stendur næstur í køini, onkur sigur 75 milliónir. Alt hetta tykist hava fyrsta prioritet, ikki tí tað er mest átrokandi, men tí tað skal gerast í Havn. Og fíggingin, ja, hon verður funnin við at leggja veiðigjald á fiskivinnuna, við at leggja vegskatt á bileigarar, harav bert ein brotpartur verður brúktur uppá fiskivinnuna ella bileigararnar afturfyri. Teirra tørvur kemur heilt greitt í aðru røð, meðan projektini hjá bureaukrati’num í Havn standa í fremstu røð.
Hetta ber ikki til í longdini. Útjaðarin í Føroyum kann ikki blíva við bara at gjalda inn í Landskassan og einans fáa molar úr honum, aftaná at Havnin hevur fingið sítt. Fyrr ella seinni sigur fólkið stopp, og tað allarbesta fyri allar partar hevði verið, at politikararnir steðgaðu hesi gongdini, áðrenn tað kom hartil.