Lýsing
Lýsing
Lýsing

Formaðurin í P/F Visit Faroe Islands: Stjórin er verd sína løn

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.05.2018 - 08:30 Politikkur Tíðindi Vinna

Jóhannes Jensen, nevndarformaður í P/F Visit Faroe Islands, sigur í viðtalu við Norðlýsið, at stjórin í felagnum, Guðri Højgaard, er løn sína verd.

Visit Faroe Islands, fór at virka sum alment partafelag í 2015, og sambært roknskapunum fram til 2017, sum eru alment atgongiligir, kunnu vit staðfesta at lønin hjá stjóranum, Guðri Højgard er hækka á hvørjum árið og var sambært roknskapinum 2017 heili 26% hægri enn í 2015 og er í dag góðar 70.000 kr. um mánaðin.

Sambært roknskapunum hjá P/F Visit Faroe Islands er lønin hjá stjóranum seinastu trý árini, síðan Vinnumálaráðið stovnaði almenna partafelagi, hendan:

 

2017      kr. 796.654    

2016      kr. 777.853   

2015      kr. 593.887

 

Samlaðu lønar útreiðslurnar hjá P/F Visit Faroe Islands vóru í 2017 kr. 3.214.545,-

Í 2015 vóru samlaðu lønarútreiðslurnar kr. 2.824.515,- og er tað ein lønarvøkstur uppá 12,5 %. Sostatt ferð størri og størri partur av lønarposanum hjá felagnum til stjóran.

 

Landskassin rindar raksturin.

Hóast talan er um eitt vinnuligt partafelag, eigur landið felagið 100% og  P/F Visit Faroe Islands hevur allar sínar inntøkur úr landskassanum.

 

2018   17,8 mió. kr. stuðulsjáttan -  stuðul til limagjald 500.000 -    1,5 marka til innlendis virksemi.

2017   13,4 mió. kr. stuðulsjáttan -  sktuðul til limagjald  500.000 -  2,0 mio kr. marka til innlendis virksemi

2016   13,4 mió  kr. stuðulsjáttan

2015    13,4 mió. kr. stuðulsjáttan

2014    12,9   kr. stuðulsjáttan  -  stuðul til limagjald 500.000  -  500.000 stovnsetan av partafelag.

 

Av tí at felagið er privat, eru pensjóns viðurskiftini hjá stjóranum ikki almenn og ei heldur frynsaágóðar, ið fylgja við starvinum.

 

Formaðurin sigur at lønin er fult uppiborin.

Jóhannes Jensen, formaður í almenna partafelagnum, P/F Visit Faroe Islands, sigur soleiðis um lønina hjá stjóranum.

- Vit hava valt at geva Guðri hasa lønina, tí vit meta at arbeiðsbyrðan hjá Guðri og úrslitini hjá Visit Faroe Islands, tala fyri hesa avgerð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum