Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er Guð deyður?

SKRIVAÐ: Bogi G. Joensen  |  12.05.2014 - 15:53 Eldri tíðindi

Enn hava vit frítt trúar- og talifrælsi í Føroyum. Tað stendur øllum frítt at søkja til ta kirkju- ella samkomu har mann kennir seg heima. Somuleiðis er sama galdandi fyri hvørja politiska leið mann velur.

Enn hava vit frítt trúar- og talifrælsi í Føroyum. Tað stendur øllum frítt at søkja til ta kirkju- ella samkomu har mann kennir seg heima. Somuleiðis er sama galdandi fyri hvørja politiska leið mann velur.

Gjøgnum 1000 tey seinastu árini hevur okkara lógarverk verið grundfest í tí kristnu siðalæruni. Tað hevur altíð verið tikið sum góð vøra at løgtingsmenn hava duga at tikið til úr halgubók, kvæðunum og bókmentum, tá ið eitt ávíst mál hevur verið viðgjørt. Tey seinnu árini hevur ein sera álvarsligur óskikkur tikið seg upp inni á Tingi. Tað er at ávísir politikarar brúka Tingsins røðarapall, í tíð og ótíð, til lýsingartorg fyri eitt slag av amerikonskum botox kristindómi. Teir føra seg fram sum provisiónslønt einaumboð fyri Várharra her á jørð. Hettar er sera álvarsligt og tí má fyrispurningurin til formannskapin í Tinginum verða: hvat sigur lógin um slíkt? Finnst ongin reglugerð um hvat er loyvt og ikki loyvt? Hvat nú um tað hendir at ein av tinglimunum gerst muslimur og fer at brúka Tingsins røðarapall til lýsingartorg fyri Sharialóggávu. Hvat um nú at allir tinglimirnir fóru at brúka 5 min. av sínari talutíð at “prædika” í ?

Eitt tað mest jaliga lødda orðið tað seinastu tíðina er at tilfeingið í havinum kring Føroyar er ogn Føroya fólks. Her hava afturhaldskreftirnar í Tinginum gjørt hettar orðafellið til eit satt ódjór, ið ætlar at røva og stjala alt tilfeingið frá teimum sum eru í vinnuni. Hettar orðafellið merkir bert at allir føringar hava loyvi og plikt at skapa sær eydnuna góða, við teim evnum ið Skaparin gav, burtur úr hesum tilfeingi.

Orðafellið, Er Guð deyður? Stavar frá einum brævi, sum ein ungur týskur herðmaður, ið var staddur í Stalingrad undir seinna heimsbardaga skrivaði til móðir sína heima í Týskalandi. Teksturin var nøkurlunda soleiðis: Góða mamma, eg veit ikki um tit hava nakran Guð heima hjá tykkum, men eitt veit eg, her við Stalingrad finnst eingin Guð.

So er spurningurin, er støðan á Føroya Løgtingi í 2014 sum hon var í Stalingrad í 1941.

Bogi G. Joensen, Sørvágur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...