Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skansin, enn einaferð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.05.2015 - 15:32 Eldri tíðindi

Í farnu viku skrivaði eg eitt bræv um ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar Havn.

Tað er mín demokratiski rættur sum borgari í Tórshavn at hava eina meining um hvat fer fram í Tórshavn. Eg grundgav sakligt og reiðiligt fyri at ongar vinnuligar fortreytir eru/verða fyri at úbyggja Tórshavnar Havn so nógv, at Skansin og vakra økið Yviri við Strond verður oyðilagt. Eg fekk sera nógvar konstruktivar og positivar afturmeldingar frá intelligentum fólki kring alt landið; føroyingar sum hava tokka til okkara allra Høvuðsstað

Í aftursvarinum frá Heðini Mortensen staðfestir hann, at eg havi rætt í øllum sum eg skrivaði, at : Tær stóru góðsmongdirnar frá Bakkafrost, Luna, Pelagos, Varðanum og Norðoyggjum fara framyvir IKKI at koma til Tórshavn ! Heðin Mortensen skrivar at almenni geirin fer at minka í Tórshavn og tað er mentan, ferðamannavinna, innovation og service sum skal verða álitið framyvir ! Løgið at tað krevst ein havn á stødd við hana í New York fyri at avskipa okkara mentan.

Aftursvarið frá Heðin Mortensen er annars ófantaligt og óverdugt fyri ein borgmeistara .

Heðin Mortensen jublar yvir at eg ikki varð valdur til Býráði ! Kortini hevur borið mær til at gera ymiskt Havnini at frama, og skal eg bara nevna tónleikakappingina Stella Polaris, sum eg eigi hugskotið til. Stella Polaris er ambitiøsa kappingin, sum mennir alt føroyska tónleikastøði , ikki minst í Torshavn har vit eiga so nógv gávurík ungfólk og góðar lærarar og har tað enn onki røkist fyri nýggjum Musikkskúla til teirra; ein fín raðfesting av mentanini má sigast !

Palli Gregoriussen, okkara frægi arkitektur, hevur í leygardags Dimmu eina sera áhugaverda grein um Skansætlanina, sum eg heiti á øll um at lesa. Royndirnar og vitanin hjá Palla Gregoriussen eiga at viga tyngri enn tær hjá einari danskari ráðgevingar-fyritøku.

Johan Mortensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...