Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Kirkjan sum lóggávuvald – ella hava tey kristnu ein sjálvsagdan framíhjárætt yvir øllum menniskjum

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  05.09.2018 - 16:54 Bloggur Mentan Tíðindi

Hóast kjarnin í kristna boðskapinum er kærleiki og frælsi og virðing fyri øllum tí, sum skapt er, so hevur kristna kirkjan mangan sum lóggávuvald gingið á odda við kúgan og harðskapi og drakoniskum lógum og reglum, ið hava kveistrað alt, sum eitur næstakærleiki, frælsi og virðing væl og virðiliga til viks.

Vit hava loyvi til at halda, at tey, sum so fegin vilja vera lóggevarar Guðs vegna, samstundis trúgva á Skapara Himins og jarðar. At tey eisini eru sannførd um, at tað ikki bara er tilvildin, ið er grundlógin í skaparverkinum – men at tað onkursvegna er ein meining undir tilveruni.

Um so er, at Guð er tann, ið hevur skapt og framvegis skapar, so kundi hann for ólukkan havt skapt ein fullkomnan heim, har alt riggar, uttan pínu, stríð ella ósemjur. Men soleiðis sær heimurin nú einaferð ikki út!  Í øllum tí mirakuløsa ríkidøminum av undirverkum og vakurleika, ið umgyrðir okkum, so finst eisini eitt dýpi av neyð og órættvísi og elendigheit.

Tað hava tíbetur allar dagar funnist einstaklingar og bólkar, ið hava sæð tað sum sína skyldu at bøta um órættvísina, neyðina og elendigheitina í heiminum.  Og Guð havi lov fyri tað.  Vit hava eldsálunum nógv fyri at takka, serliga tá eldsálirnar hava skilt, at kristni boðskapurin er at broyta sinnalagið hjá hinum einstaka og at taka sær av støðuni hjá teimum, sum eru í trongd.

Hóast kristin lóggáva eisini kann vera eitt vælsignilsi, so er tað ikki endamálið hjá honum, ið setti allar lógir til viks, ella sum hevjaði seg sjálvan yvir lógina, at tey kristnu aftur fyri skulu lóggeva fyri alla mannaættina.  Boðskapur Kristusar var og er at broyta menniskju og teirra hugburð og ikki at byggja eitt giga lógarverk uppaftur, sum bót fyri tær mongu lógirnar, hann hevði sett til viks.

Um so er, at Guð er skapari Himins og jarðar, so kundi hann havt valt ein øðrvísi leist, tá hann ynskti at seta seg í samband við tann partin av skaparverkinum, vit kalla mannaættina. Eitt leysingarbarn, ein antihetja, ein antikongur; eitt, ella trý ár í lívinum hjá einum vanligum arbeiðsmanni í einum avkróki av heiminum, tað líkist annars ikki Skapanarverkinum í síni dýrd og sínum mæti. Men soleiðis var tað!

Tann kristni Skaparin var onkusvegna nøgdur við tað allar eyðmjúkasta í tilveruni, eitt hjálparleyst pinkubarn, sum byrjaði sítt sanna lívsyrki sum ein deyðadømdur, eyðmjúkur og spottaður brotsmaður. Og hettar er helst ein boðskapur í sær sjálvum, sum sigur, at endamál Skaparans er fyrst og fremst at broyta einstaklingar, og ikki bara at broyta skipanir.

Jesus ræddist ikki at seta gamlar lógir til viks. Men tað er onki, ið bendir á, at hann hevði nakran sum helst áhuga fyri at seta eitt nýtt lógarverk ístaðin. Hann var ikki meira naivur enn so, at hann segði gevi kaisaranum tað ið, kaisarans er. Hann var greiður yvir, at verðslig lóggáva eisini er neyðug.

Men boðskapur hansara var at broyta teg og meg og ikki allan heimin í einum.  Boðskapur hansara var ein persónlig avbjóðing til hin einstaka, og ikki ein nýggj lóggávuskipan, tí kjarnin undir boðskapi hansara var og er kærleikin, Guðskærleikin, næstakærleikin, sum ikki noyðir nakran, men sum altið virkar við at leita eftir tí besta í menniskjanum!

Kristni boðskapurin er, sum longu nevnt, ikki anarkistiskur, men viðurkennir eisini keisaran, t.v.s teir verðsligu myndugleikarnar. Men tey, sum vilja lóggeva við bíbliuni í hond, ganga kortini ikki altíð ørindi Guðs – tíverri – men eru í staðin stundum í vanda fyri at gera seg sjálv til gudar við at seigpína øðrvísi hugsandi og øðrvísi skapt, undir eini lummafilosofi og einum tunnum lagi av bíbilskari fernis og moralinum frá farnum øldum.

Øll guðfrøði, øll kristin læra, skal støðugt vigast upp ímóti Jesusi og kærleikans boðskapi, og ikki bara upp ímóti Paulusi og Mósesi og teirra boðskapi. Ein kristin lærugrein verður ikki sannari bara tí, at hon hvílur á aldargamlar fordómar og feiltulkingar.

Tey kristnu hava ikki eini Guðgivin ella sjálvsøgd rættindi til at ráða yvir øllum øðrum menniskjum, bara tí tey eru kristin. Tí um so var, so hevði Skaparin valt eitt annað programm, tá hann gjørdi seg sjónligan fyri mannaættini í eyðmýgd og kærleika. Hann hevði helst ístaðin trýst á ein annan knøtt og gjørt okkum øll til viljaleysar dukkur,  sum hanga í trærunnum í einum dukkusjónleikarhúsi.

Tey kristnu eru kristin av Guðs náði, og ongum øðrum, og tað er skylda teirra at geva burturav hesi náðini í kærleika og eyðmýgd, og ikki við valdi og tvingsli. Og tað sama er eisini galdandi á Føroya Løgtingi, og fyri okkum øll, ið ynskja at ganga undir heitinum kristin! Fremsta uppgávan hjá kirkjuni er at bera hendan boðskapin og ikki at vera lóggevari Guðs vegna!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur