Er eingin fíggjarstýring av byggingini hjá kommununi í miðbýnum?
Eg vóni inniliga at borgarstjórin Jógvan Skorheim IKKI kemur í líknandi støðu, sum eg kom í, sum borgarstjóri í 2008 tá alheims fíggjarkreppan rakti Klaksvíkar Kommunu sera meint. MEN vantandi stýring av byggingini í miðbýnum kann føra til at kommunan samstundis, sum inntøkurnar seta met noyðist at fíggja virksemið við lántøku og tað er als ikki nøktandi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri.
Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi og sum er partur av minnilutanum í Klaksvíkar Býráð, er ikki álviligur við arbeiðslagið hjá býráðsmeirilutanum í samband við byggingina av miðbýnum.
- Tað tykist, sum miðbýarætlanin í Klaksvík er komin í ódnarveður og sum skilst er fíggjarstýringin ivasom. Nógvar milliónir eru brúktar meira enn játta er í býráðnum og hetta er sera óheppi fyri umdømi hjá kommununi.
- Borgarstjórin hevur ferð eftir ferð sagt, at Klaksvíkar kommuna fer at missa fleiri milliónir krónir í inntøkum komandi tíðina, vegna fiskivinnunýskipanina. Samstundis hevur kommunan sett eina rúgvu av kostnaðaðarmiklum verkætlanum í gongd við bindandi arbeiðstakara sáttmálum.
- Tað gongur ikki vika uttan vit hoyra um móttøka ella hátiðarhald fyri lidnar verkætlanir ella verkætlanum sum verða sjósettar.
- Alt gott um hetta, men tað er so lætt og freistandi at sóla sær í øllum hesum, men áðrenn vit gruna er vetur og kuldi á okkum og tí er neyðugt at vit altíð sýna stórt varsemi og eru so væl brynjaði at standa ímóti skuldu inntøkurnar hjá kommununi minkað.
- Royndirnar siga okkum, at knappliga kann ein fíggjarkreppa koma á okkum eins og vit upplivdu fyrst í nítiárunum og so aftur í 2008. Tá vóru vit eftirfylgjandi noydd til at repa seglini og tað vísir seg altíð at vera sera trupult.
- Tá útlitini broytast og skattainntøkan er minkandi er torført at fáa lán og so er bert ein vegur og tað er atsiga fólk upp, skerja virksemið og fara í samráðingar við arbeiðstakarar um at steðga arbeiðum ella draga ætlaninrnar út í eitt longri áramál. Vónandi hendir hetta ikki aftur.
Kostnaðarmiklar verkætlanir í gongd.
Steinbjørn O. Jacobsen, heldur at meirilutin í Klaksvíkar Býráð hevur í so nógvan skund at fremja stórar verkætlanir og at neyðugt er við politiskum raðfestingum.
- Tað eru ikki smávegis verkætlanir í gongd í løtuni og Klaksvíkar Kommuna er fíggjarliga bundin við stórum arbeiðssáttmálum. Her kann eg nevna miðbýin, sjóhitaskipan, fólkaskúlin, rennibreyt, Bláa skýlið og fótbóltsvøllurin. Harafturat er býráði í ferð við at binda seg til stórar verkætlanir sum mentanarhúsið, kappróðrarnest, útstykking á Fossum v.m..
- Ongar ætlanir eru í samband við vinnulívið uttan at man hevur framskunda ídnaðarøkið á Borðoyavík
- Vit hava yvirtikið eldraøkið, sum kostar kommununum í Norðoyggjum meira fyri hvørt ár sum gongur. Hetta økið hevur sera stóran týdning tí vit mugu hava ein virknan eldrapolitikk, sum gevur okkara eldru borgarum so góðar sømdir sum til ber. Men vit kunnu ikki alt í senn, og tí eiga vit at taka yvirnýtsluna, vantandi játtanir og fíggjarstýringina í størsta álvara.
Rakstrarfíggjarætlanin fyri 2019 er eitt vet omanfyri 2018.
- Vit hava júst samtykt ein rakstrarfíggjarætlan fyri 2019, sum liggur eitt vet omanfyri verandi fíggjarætlan (2018) og eftir samtykta fíggjarkarminum er ætlanin at brúka uml. 60 mió. kr. til íløgur. Men í mun til tær verkætlanir, sum býráðsleiðslan ætlar at seta í verk tykist hetta talið at verða sera tepurt.
- Eg havi altíð havt brennandi áhuga fyri tekniska økinum og havi altíð lagt stóran týdning í at betra karmarnar til vinnulívið. Men tað tykist sum verandi býráðssamgonga ikki leggur nógv í hetta økið, sum hevur verið niðurraðfest í mong ár. Kanska er tað tí, at tey vantað ikki at virksemi í vinnuni her norðuri fer at vaksa komandi árini. MEN vantandi íløgur í umstøðurnar hjá vinnuni kann skjótt kosta kommunukassanum dýrt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, býráðslimur fyri Tjóðveldi.