Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samgongan dyrgir eftir Magna Laksáfoss

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.10.2018 - 15:10 Politikkur Tíðindi

Sum skilst borðreiður Aksel við at fremja lóggávu sum skal petta SEV sundur og harvið styrkja møguleikar hjá privatum at fáa størri part av orkuveitingini í Føroyum.

Keldir í Javnaðarflokkinum og Framsókn vátta hesi tíðindi, men samstundis verður sagt at Javnaðarflokkurin ikki er serliga hugaður fyri, at Magni skal gerast partur av flokkinum. Hetta hevur verið til umrøðu í starvsnevnd flokksins har mælt var frá.
 
Men støðan er ørvísi í politiska lokalfelagnum hjá Sjálvstýri í Havn har sum skilst verður bíða í spenningi eftir at Magni Laksafoss skal taka avgerð um sína politisku framtíð.

Men eftir útsøgnunum hjá Magna Laksáfoss sjálvum at døma, so eru tað fleiri sum halda at hann stendur til at fara upp í Framsókn.

Men hetta er eitt langt lop fyri ein, sum fyri kortum bað folk velja seg tí hann var Sambandsmaður. Framsókn hevur føroyskt fullveldi sum høvuðsmál og tað er kanska ov nógv at vanta, at maðurin sum uppfann hugtakið “misskilt nationalisma”, nú skal biða veljaran um at velja ein national/liberalan flokk.

Tí er Sjálvstýrið meira áhugavert fyri Magna, serliga tá hugsað verðu um at flokkurin stendur veikur í høvuðsstaðnum har Magni júst hevur sína styrki. So kunnu folk sjálvi meta um Sjálvstýrið er nóg prograsivt ella um Poul Michelsen "vil tað sama" sum Magni, sum tingmaðurin sjálvur málbar seg.
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…