Fíggjareftirlitið ein frammaná
Ikki bert Fíggjarligt Støðufesti, men eisini Fíggjareftirlitið fekk ein frammaná, í dóminum sum fall seinasta fríggjadag í Eystara Landsrætti í málinum um Eik Bank Danmark. Eystari Landsrættur er rættuliga bersøgin hesum viðvíkjandi, í dóminum sum hann feldi fríggjadagin 26. oktober í Eik Bank Danmark málinum.
Stjórin í Fíggjarligum Støðufesti er fyrrverandi stjóri í Fíggjareftirlitinum, og hann stevndi sostatt leiðsluni í Eik Bank Danmark, sum hann sjálvur hevur havt eftirlit við øll árini fram til fíggjarkreppuna. Hann hevur tí ein egináhuga í at fráskriva sær alla ábyrgd. Tað sama hava tey, sum arbeiddu í Fíggjareftirlitinum um sama mundi.
Tað kom tí ikki óvart á, at Fíggjareftirlitið meldaði seg inn í kritiska kórið hjá Fíggjarligum Støðufesti, tá Fíggjareftirlitið í 2013 læt úr hondum lógarskyldugu § 352-a frágreiðingina, ið skal greina orsøkirnar til at bankin kom í støðuna, at hann varð avhendaður Fíggjarligum Støðufesti.
Dómurin vísir greitt, at fram til august 2010 var onki øvugt orð millum Eik Bank Danmark og Fíggjareftirlitið, og bankin rættaði seg eftir teimum boðum sum eftirlitið kom við. Hetta var væl eisini tann fatanin, sum Jóannes Ejdesgaard sum tá var fíggjarmálaráðharri fekk, tá hann vitjaði danskar myndugleikar í august 2010.
Teir fýra dómararnir í Eystara Landsrætti skriva soleiðis:
“Som beskrevet i pkt. 2.24 i sagsfremstillingen foretog Finanstilsynet i perioden 2003-2010 syv undersøgelser af banken. […] Efter forklaringerne fra Marner Jakobsen, Henrik Ørsted, Brian Toft og Jesper Clausen lægger landsretten til grund, at banken i det store og hele var enige i tilsynets konklusioner i rapporterne fra perioden 2005-2009.”.
”Landsretten lægger på den baggrund som udgangspunkt til grund, at de konkrete forhold, som Finanstilsynet udtrykkeligt har beskrevet i sine rapporter fra tilsynets undersøgelser i perioden 2005-2009, er korrekt beskrevet.”
”Derimod blev tilsynets konklusioner i 2010-rapporten på flere punkter bestridt allerede i forbindelse med gennemgangen heraf med direktionen og bestyrelsen, jf. herved Jesper Clausens breve af henholdsvis den 25. og 27. september 2010 til Finanstilsynet, hvilket må indgå i landsrettens vurdering af de enkelte kritikpunkter.”
Dómararnir skjóta eisini § 352-a frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum niður sum sannleiksprógv fyri hvussu støðan var í bankanum:
“Finanstilsynets § 352 a-redegørelse af 4. juli 2013 er udarbejdet flere år efter bankens sammenbrud uden høring af bankens ledelse. Redegørelsen er endvidere udarbejdet på grundlag af det materiale, tilsynet har rådet over. Dette materiale udgør kun en begrænset del af det skriftlige materiale, der er fremlagt for landsretten.
Landsretten finder på den baggrund ikke at kunne tillægge redegørelsen selvstændig bevismæssig betydning i relation til eksistensen af de kritiserede forhold i banken i perioden 2005-2009, eller i relation til dokumentation for kausalitet mellem sådanne mulige kritiske forhold og bankens tab.“
Á vanligum føroyskum: frágreiðingin hjá Fíggjareftirlitinum er ikki tað pappírið verd, sum hon er skrivað á. Eystari Landsrættur hevur fingið fyrilagt munandi meira tilfar enn Fíggjareftirlitið, – sambært dóminum heilar 25.000 blaðsíður fyri at vera nágreiniligur, og hetta tilfarið stuðlar ikki niðurstøðunum hjá Fíggjareftirlitinum.