Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kurt Mørkøre 50 ár

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.02.2019 - 11:05 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag fyllur kendi KÍarin Kurt Mørkøre fimmti

Hann byrjað sína fótbólts yrkisleið á runuplenuni sunnanfyri húsini hjá Kitty og Pollaba á Bumshamri í Klaksvík.

Hann er sonur Helga og Brynhild Mørkøre.

Elstur av Mørkøre brøðrunum er Kim, síðani kemur Kurt og yngsti beiggin Allan. Síðani kom systrarnar Ingun og Lisbet.


Eins og pápin og abbin (KI) er Kurt útbúgvin bakari.

Kurt eigur fimm døtrar: Gunnrið, Brynhild, Ingeborg, Liv Signe og Jenny.

Í 1999 flutti hann úr Kí til norska felagið Sogndal og býr framhaldandi í Norra har hann m.a. hevur verið fórbólts venjari fram til dagin í dag. Hóast hann eisini hevur spælt við øðrum feløgum er hann fyrst og fremst KÍari og fyri stuttum hevði hann, í samrøðu við Norðlýsið, hendan boðskapin til tey sum spæla í blá/hvítu blusuni:

 

KÍ stoltleikin

Kurt er ikki í iva um, at leikararnir mugu liva upp til og venja seg við krøvini sum ein KÍ leikari altíð hevur.

- KÍ eigur at spæla góðan álopsfótbólt, har fysiski formurin eisini má vera í lagi. Og so má ein stríðsandi og vilji allatíðina skína ígjøgnum. Tað má vera ein stoltleiki sum KÍ leikari at umboða Klaksvík og norðoyggjar, og hetta má lýsa ígjøgnum. Tí tá tú umboðar KÍ, so má krav vera sett uppá, at tú ert góður hvønn dyst. Leikararnir mugu eisini tola, at krøv vera sett til teir. Hetta fæst m.a. við at bara hugsa um sítt spæl og menna seg sjálvan. Øll hesi tingini mugu gerast til venjing fyri at fáa tey uppá pláss, sigur Kurt Mørkøre.

At enda sigur hann, at sum leikari mást tú hugsa um, hvat tað er fyri eitt felag, tú leikar við. Tí hendan møguleikan fáa fáir leikarar.

- KÍ hevur jú nógv bestu og flestu áskoðarar í landinum og tí er tað fantastiskt at spæla við KÍ, sigur hann at enda við Norðlýsið.

 

Fødselarurin á myndini

Á myndini omanfyri hevur Kurt Mørkøre júst tikið ímóti sínum fyrsta FM steypið sum liðskipari hjá Kí smádreingjunum 1983.

Hann var eisini við til at vinna FM í smádreingjadeildini 1982 og tá var Jógvan Joensen liðskiparin, sum tók ímóti FM steypinum. Avgerandi málið hendan dagin í 1982 gjørdi Elmar Ósá, sum í dag er barnalækni á Landssjúkrahúsinum. Hann fyllir eisini fimti ár í dag. Tillukku við degnum Elmar! (Sí mynd av grein um FM 1982 í sosialinum niðanfyri

Greinaskrivarin er ikki serliga neutralur, tí hann endar greinina við at ynskja baði HB og Kí tillukku við Føroyameistaraheitinum :-) )


Nú hann fyllur fimmti er fødselarurin staddur í London og fara vit hagani at ynskja honum hjartaliga tillukku við føðingardegnum.

Tillukku Kurt!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík