Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kurt hevur skorað flest mál fyri KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.04.2018 - 08:42 Ítrottur Tíðindi

Páll A. Klettskarð nærkast, men Kurt Mørkøre hevur framvegis skorað flest mál í søguni hjá KÍ, um vit bara telja landskappingarmál uppí. 

 

Vit hava við hjálp frá FaroeSoccer, bløðum og persónum gjørt eitt yvirlit yvir flest mál í søguni hjá KÍ. Fyrivarni má takast hjá nøkrum av leikarunum frá gamlari tíð, tí í gomlu tíðini mangla skrásetingar til fleiri dystir og tí passa tølini kanska ikki heilt hjá leikarunum, sum spældu t.d. frá 1983 og aftureftir. Tað er sannlíkt, at veruligu máltølini hjá Steinbjørn Jacobsen, John Sigurð Joensen, Olvheðin Jacobsen og Páll Sigmund Sørensen eru nakað hægri. Tí tað eru eini 30 mál í tíðarskeiðnum 1963-1978 (serliga í 1968 og 1970) sum ikki eru skrásett nakrastaðni. Tí kann vera, at hesir leikarar í veruleikanum eiga at liggja longri frammi á talvuni. Tað er tó eingin ivi um, hvørjir fýra teir fremstu eru og fyri hesar eru fullfíggjað hagtøl.

 

 

Kurt hevur skorað flest mál

Tað er tó eingin ivi um, hvør leikari hevur skorað flest mál fyri KÍ. Kurt Mørkøre skoraði 121 mál í 206 dystum, og tá skal havast í huga, at ein part av hesum dystum spældi hann sum aftasti leikari.

 

 

Páll nærkast

Páll A. Klettskarð hevur realistiskan møguleika at blíva leikarin, sum fer at skora flest mál fyri KÍ. Hann er enn meir enn 20 mál aftanfyri Kurt, men hann er ''bara'' 27 ár og kann tí koma at spæla í fleiri kappingarár afturat. Fær hann minst 2-3 heil kappingarár afturat við nógvum dystum, so er ikki ósannlíkt, at KÍ fær ein nýggjan toppskjútta innan fá ár.

 

 

Jóannes kemur uppeftir listanum

21 ára gamli Jóannes Bjartalíð er - hóast sín unga aldur - longu millum teir leikararnar, sum hava skorað flest mál. Fær hann í minsta lagið eins nógv mál sum undanfarnu ár, so verður hann í topp 7, tá hetta kappingarárið er av.

 

 

1. Kurt Mørkøre 121 mál í 206 dystum
2. Páll A. Klettskarð 97 mál í 164 dystum
3. Hjalgrím Elttør 79 mál í 315 dystum
4. Heðin á Lakjuni 63 mál í 314 dystum
5. Olgar Danielsen 53 mál í 164 dystum
6. Steinbjørn Jacobsen 44 mál (Kann vera nøkur mál fleiri, tí ongar skrásetingar finnast fyri nakrar av dystinum, tá hann spældi)
7. Rógvi Jacobsen 37 mál í 79 dystum
8. Beinur Poulsen 35 mál (skráseting finst ikki fyri dystartal)
9. Jóannes Bjartalíð 34 mál í 83 dystum
10. Ove Nysted 32 mál í 139 dystum
11. Jákup Mikkelsen (Bigge) 32 mál (skráseting finst ikki fyri dystartal)
12. Kristoffur Jakobsen 32 mál í 200 dystum
13. John Sigurð Joensen 29 mál (Kann vera nøkur mál fleiri, tí ongar skrásetingar finnast fyri nakrar av dystinum, tá hann spældi)
14. Olvheðin Jacobsen 28 mál (Kann vera nøkur mál fleiri, tí ongar skrásetingar finnast fyri nakrar av dystinum, tá hann spældi)
15. Páll Sigmund Sørensen 28 mál (Kann vera nøkur mál fleiri, tí ongar skrásetingar finnast fyri nakrar av dystinum, tá hann spældi)
16. Harley Bertholdsen 27 mál í 312 dystum
17. Paul Clapson 26 mál í 49 dystum
18. Allan Mørkøre 26 mál í 134 dystum
19. Arnold Joensen 26 mál í 214 dystum

 

 

Í yvirlitinum eru málini frá 1964 ikki tald uppí, tí KÍ tók seg úr kappingini eftir nakrar dystir hetta árið. Eingi mál áðrenn 1962 eru við, tí eingin skráseting finst. Tað blivu fáir dystir spældir hvørt kappingarár um hetta mundi, so tað er ikki sannlíkt, at nakar annar leikari er komin uppá 26 mál, men tað skal tó ikki avskrivast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góði limur í Áhugafelag­num Spinnaríið
EGS-skuld mett at vera 30% av BTÚ í 2025
Treysti fýra luttakarar á Oyggja­leikunum
Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi…
Veðrið í vikuni
Hjalmar fekk ikki navnabrettið á Barssko…
Lánsbrævaskuldin hjá lands­kassa­num er 5,…
Fjølbroytt Tórsfest
Rørdur Rúni heiðraði Benjamin eftir fina…
Víkingar­nir helst ikki fyrstir í Føroyum
Vakur myndakalendari 2026
Tunlar skapa lív
KÍ - meir enn eitt felag
Seinasta paradís á jørð í 22 biografum í…
Petur á Roykheyggi talar í Betesda sunnu…
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissióni…
Tvíkiljan Ennisskarð handað Bakkafrosti
G! er útselt
Nú verður FM-finala á ólavsøku millum Kl…
Cirkus Arena aftur í Føroyum