Lýsing
Lýsing

Hvalbiartunnilin er meir enn bara ein Hvalbiartunnil

SKRIVAÐ: Róin Schrøter  |  04.03.2019 - 09:25 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Nu vit lokalu hava sagt, at Hvalbiartunnilin skal burtur úr stormi og 100 m. hædd, mugu vit koma við loysnum

Sum tit síggja á myndunum, so mæla vit til at gera ein longri tunnil, tá koma vit niður á uml. 50 m. hædd Tvøroyrarmegin og burtur úr vanligu hálkununi (svathálku). Tunnilsmunnin kemur inn við Plantasjuna og fellur væl í vegakervið og framtíðarvegakervið í Trongisvági.

Hvalbiarmegin koma vit niður á 32 m. hædd. Vit sleppa undan stormharða Dalinum, og lætt er at gera uml. 300 m av vindverju á Fitjunum, so vandin fyri vindi at koyra til og frá komandi Suðuroyartunil er burtur.

 

 

Hvalbiartunnilin verður tunnilin, ið skal taka alla ferðslu til og frá komandi Suðuroyartunli. Metingar siga, at 300.000 bilar árliga + tunga ferðsla koma at koyra ígjøgnum Suðuroyartunnilin og harvið eisini gjøgnum Hvalbiartunnilin. Við tí vaksandi virksemi sum er- bæði á Tvøroyri og í Vági- verður mett, at hetta tal hækkar, so minst 1000 bilar- íroknaða tunga ferðslu - koma at koyra dagliga gjøgnum tunnilin um 10 ár.

Politikkarar mugu hugsa um at tæna borgarunum, tá tunnlar skulu gerast. Tá Suðuroyartunnilin kemur, er møguligt at búgva í Suðuroynni og arbeiða í miðstaðarøkinum, og okkara uppskot ger hetta møguligt- eisini mentalt- hjá fólki at ferðast. Hovstunnilin er gott dømi um hetta.

 

Aðrir fyrimunir við okkara uppskoti:

Við okkara uppskoti verja vit náttúruna, og hetta er eisini í samsvar við almennu útsøgnina “Unspoiled Nature”.

Almenna útsøgnin er, at vit skulu vera grønari, tí er eisini umráðandi at sleppa frá hæddum, so útlátið minkar.

Vit hava hugsað nógv um trygdini, nú vit mæla til at sleppa frá stormharða Dalinum.

At Hovstunnilin bleiv broyttur gjørdi, at vit ongantíð tosa ella ynskja hann lagdan aðrastaðni, enn hann er í dag. Sama er galdandi við hesum uppskotinum.

Hetta er ikki bert ein Hvalbiartunnil, men ein tunnil, sum í framtíðini skal taka alla ferðslu til og frá Suðuroyartunlinum, so hesin tunnilin ávirkar ikki bara okkum allar Suðuroyingar, men eisini allar føroyingar, og tí er tað sera umráðandi, at hædd verður tikin fyri hesum.

Í dag meta vit, at tann ætlanin ið fyriliggur, er ein illa umhugsað ætlan fyri hvalbingar. Vit mæla til at landstýrismaðurin setur ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk, ið kemur at gera tilmæli/frámæli til landsstýrismannin fyri at lýsa betur fysta byggistig til Suðuroyartunnil, tí hetta er ein støða inn í framtíðina, avgerð skal takast um.

Vónandi kann ein borgarafundur í Suðuroynni lýsa hesa ætlan fyri okkum øll.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rebekka og Einar vunnu bæði FM 10 km og…
Aftursvar til Jákup Mikkelsen, Løgtingsl…
Einsamallur millum toppentur og æður
Jóhan: - Eg havi ikki vent, og fari ikki…
Rundvísing á Biskupstorgi
Móttøka fyri Special Olympics-liðnum
Heini, Kaj Leo og Klæmint frá byrjan
Kom og ver við at fjeppast um KÍ
Miseydnað kvettroynd í Sjálvstýri
Pól Huus stillar upp fyri Fólka­flokkin
Bíligari streymur til elbil og hitapumpu
Fiski­frøð­ingur fer lætt um sannleikan í…
Jórunn er tvífaldur FM vinnari
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
Løgtingið má krevja av Bústøðum at byggj…
Kvinnur og klæðir
Kristin Michelsen møguliga sambands­maður
Betri samtakið væl fyri
Tv-2 á Mentan­arviku í Runavíkar kommunu
Per Klarup tekur eitt ár afturat
Lýsing