Lýsing
Lýsing
Lýsing

3-0 til reiðararnar móti samgonguni

SKRIVAÐ: Hermann Oskarsson  |  11.05.2019 - 23:17 Politikkur Vinna

Samgongan legði frá landi við herrópi um javnbjóðis atgongd skuldi vera til "fólksins ogn" og at vinnurekandi skuldu gjalda fult virði fyri fiskirættindi. Endin var at ráðandi stórreiðarar fingu 85% av rættindunum ókeypis, og at Føroya fólk fekk gjald fyri síðstu 15 prosentini.

Í øðrum lagi skuldi kvotaskipan galda fiskiskapin undir Føroyum, tí at gamla fiskidagaskipanin gevur reiðarunum rásarúm at fiska alt teimum lystir, mestsum uttan avmarkingar. Endin var at dagaskipanin heldur fram, og at lógarbann verður móti tí slagi av stovnsverju, sum ICES og Havstovan halda fram.

Í triðja lagi skuldi eitt veiðigjald veita skattaborgarunum mestsum somu inntøku fyri fiskirættindi, sum seld vóru á uppboði. Endin var at ongin lóg um veiðigjald kom í Løgtingið, og at øll uppskot sum hava verið frammi, eru bara viðfáningar av tí, sum samgongan setti út í kortið.

Tað er nú løgið, at ovurríku reiðararnir skuldu megna at vinna hendan dystin heili 3-0. Samgongan hevði øll kort á hondini, og fulla undirtøku í fólkinum. Kortini vunnu reiðararnir. 3-0

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…