Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beatles vika í SMS

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.05.2019 - 08:00 Mentan Tíðindaskriv

Beatles fjepparar kunnu gleða til mánadagin 13. mai, tí tá byrjar forvitnislig Beatles vika í SMS við Føroya stórsta Beatles samling. Her verður tónleikur, framsýning og møguleiki at taka myndir á Abbey Road.

Framsýningin verður á Torginum í SMS og letur upp mánadagin 13. mai  kl. 15 og verður á Torginum fram til hósdagin 16. mai. Til framsýningina verður gjørligt at síggja ymiskt tilfar, sum føroyskir Beatles fjepparar, hava savnað saman gjøgnum fleiri ár. Eitt nú serligar Beatles útgávur, forkunnugt Beatles radio, myndir, ljóðføri, eins og beatlarnir nýttu, og mangt annað.

Ongin Beatles vika uttan tónleik og tískil fara føroyskir tónleikarar at framføra Beatles løg við teirra egnu tulkingum. Mánadagin 13. mai er tað Hans Ravnsfjall, ið fer at framføra, týsdagin 14. mai er tað Guðrun Sólja Jacobsen, sum fer á pallin og mikudagin 15. mai framførir Eyðun Nolsøe Beatles løg. Allar framførslurnar byrja kl. 16.30.

Sum nakað heilt serstakt er framleitt ein 4x3 metrar stór mynd av Abbey Road við eyðkenda fótgangarateignum frammanfyri, soleiðis at fólk kunnu taka mynd av sær framman fyri hesa kendu gøtuna og kenna seg sum Beatles stjørnur eina løtu.

Alt tiltakið er sjálvandi ókeypis, og er tað eina vitjan vert bæði fyri Beatles fjepparar og kennarar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…