Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ spælir neyvan landskappingardyst komandi vikurnar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.07.2019 - 23:34 Ítrottur Tíðindi

Nógv bendur á, at tríggir teir næstu landskappingardystirnir hjá KÍ vera útsettir vegna Europa League.

Í løtuni stendur KÍ til at spæla hesar landskappingardystir komandi vikurnar:

22. juli: KÍ-B36

27. juli: NSÍ-KÍ

2. august: ÍF-KÍ

Nú KÍ er víðari til 2. umfar í Europa League, so skal liðið spæla 25. juli í Sveis og 1. august í Føroyum. Vanliga verður sagt, at lið hava rætt til hvíld á fýra dagar millum dystir samstundis sum føroysk lið vanliga fáa útsett landskappingardystir, um tey ynskja tað vegna Europa League.

Sum skilst er longu avgjørt í semju millum KÍ og B36, at tann dysturin er útsettur og verður leiktur seinni, mest sannlíkt í august. Dysturin millum NSÍ-KÍ kann heldur ikki spælast, sum dystirnir liggja, og tí er sannlíkt, at hann eisini verður útsettur til august ella september. Sum skilst ætlar NSÍ ikki at seta seg upp ímóti, um KÍ ynskir at útseta dystin. Og so er tað ÍF-KÍ, sum ikki kann spælast sum ætlað 2. august, tí Europa League er dagin fyri. Mest sannlíkt verður tann dysturin útsettur til sunnudag 4. august ella mánakvøld 5. august. Tað verður samstundis fyrsti landskappingardysturin hjá KÍ eftir summarsteðgin í landskappingini. Fríggjakvøldið 9. august spæla KÍ-Víkingur á Summar Festivalinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan