Lýsing
Lýsing
Lýsing

Festi og leigutraðir

SKRIVAÐ: Zakarias Wang, D  |  28.08.2019 - 00:18 Løgtingsval 2019 Politikkur

Veljarar hava krav uppá at vita, hvat ið tey valdu ætla sær at gera um tey fáa fólksins álit. 

Herfyri fekk eg spurningin: “Hvat hevði tú gjørt við jørðina hjá leigutraðarmonnum og festarum, um tú hevði verið landsstýrismaður í búnaðarmálum?”

Støða mín er greið.

Eg hevði handað teimum, sum hava leigutraðir og festi, skeyti upp á ta jørð teir sita á, so teir gjørdust óðalsmenn.

Óðalsmenn eru ikki bert teir, sum eiga ta vanligu óðalsjørðina, men eisini teir, sum hava traðir og grundstykki sum einaferð var almennu jørð. Flestu føroyingar eru í hesum hepna liði, men eftir sita nøkur fá túsund, sum ikki eru sloppin upp í tað modernaða samfelagið.

Tey av hesum, sum vilja sleppa burtur úr hesi miðaldarskipan, kunnu reisa kravið mótvegis teimum politikarum, sum bjóða seg fram. Valevnini kunnu spyrjast, um tey taka undir við at gera leigujørðina til óðalsjørð. So ber til at taka undir við teimum sum hava røttu støðuna.

Verða nóg nógvir løgtingsmenn, sum vilja loysa hetta mál, kann tingið samtykkja hetta, tá tað kemur saman eftir valið.

Fyri bygdirnar kemur hetta at vera eitt stórt framstig. Hagarnir kunnu tá sjálvir ráða fyri tí, sum fer fram. Eins og óðalsmenninir í Lítlu Dímun kunnu teir skipa fyri ferðamannavirksemi uttan at nakar almennur stovnur leggur seg uppí.

Tað sum ræður um, er at fáa tingmenn, sum lata vit og skil ráða í hesum máli.

 


Zakarias Wang

Valevni Sjálvstýris

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ