Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjallafípan: Nýggi bygningurin um at vera liðugur

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  01.10.2019 - 20:26 Tíðindaskriv

Mánadagurin eftir heystfrítíðina – tað er 21. oktober – verður fyrsti dagurin, har børn og starvsfólk fara at taka nýggja bygningin hjá Fjallafípuni í nýtslu.

Arbeiðið við at víðka útibarnagarðin við einum bygningi afturat er um at verða liðugt. Nú er komið so langt áleiðis, at dagurin er ásettur, har nýggjasta eindin í Fjallafípuni letur upp, og 24 børn afturat fáa møguleika at ganga í útibarnagarði í vakra umhvørvinum Úti í Grøv. 

Vaksandi barnatalið í Klaksvíkar kommunu hevur ført við sær, at býráðið í 2018 tók avgerð um at útbyggja Fjallafípuna, soleiðis at øll børn í Klaksvíkar kommunu framyvir fingu møguleikan at ganga eitt ár í útibarnagarði.

Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, gleðist um, at kommunan endiliga kann seta dato á, nær klárt verður at taka ímóti fleiri børnum, umframt at hetta ger, at 24 nýggj dagstovnapláss vera tøk.

- Eg fegnist um, at nýggi bygningurin tekur seg væl út í umhvørvinum. Eisini gleðist eg um, at ábøtur eru gjørdar á uttanumøkið, vegurin niðan til stovnin er breiðkaður og parkeringsviðurskiftini eru munandi betri. Nú vænti eg, at bæði børn og starvsfólk eru spent at sleppa til verka og njóta frálíku umstøðurnar, sigur Beinta Klakstein.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…