Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein varði á leiðini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.10.2019 - 08:26 Tíðindi Vinna

segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum millum annað í røðu sínari um Hópfíggingarportalin, tá hesin varð tikin í nýtslu í Íverksetarahúsinum í gjár. Vit prenta røðuna hjá landsstýrismanninum.

 

 

Røða hjá Helga Abrahamsen, til tiltakið, tá ið føroyska hópfíggingarskipanin varð tikin í nýtslu

Øll, sum hava roynt at menna nýggjar fyritøkur og verkætlanir vita, hvussu trupult tað kann vera at finna váðafúsa fígging. Hetta er ikki minst galdandi fyri tey, sum ganga heilt nýggjar leiðir - íverksetarar, KT- og spælmennarar, listafólk, uppfinnarar og øll onnur sum gera slíkt, sum ikki er roynt áður.

Hetta er fyri so vítt heldur ikki so løgið, tí hóast íleggjarar eru vanir at taka váða á seg, so mugu eisini teir royna at avmarka váðan so væl sum til ber, og teir halda seg tí ofta til øki, sum teir kenna væl. Nógv av teimum størstu vinnuligu frambrotunum í okkara tíð eru í vinnum, sum eingin visti um fyri bert fáum árum síðani. Nógvar nýggjar fyritøkur hava ikki bygningar og maskinur, at seta í veð fyri fígging, men tær mugu harafturímóti gera stórar íløgur í vøru og marknaðarmenning – og teimum tørvar aðrar loysnir, enn siðbundna láns- og íløgufígging.

Fíggjarmarknaðurin og íleggjarar megna tí snøgt sagt ikki at fylgja við hugflognum hjá íverksetarunum, og tað er ein ítøkilig og stór avbjóðing. Tí verður ofta spurt til hvat, ið landið kann gera, og mangan verður sagt, at landið eigur at fáa til vega nýggjar skipanir, ið kunnu veita váðafúsa fígging. Avbjóðingarnar við at finna fígging, vórðu eisini viðgjørdar í politikkinum fyri skapandi vinnur frá 2016. Hópfígging varð nevnd sum ein hugvekjandi møguleiki, og í Vinnumálaráðnum varð beinanvegin farið undir at fyrireika eina føroyska loysn og at seta saman partar, sum kundu standa fyri hesum arbeiðinum

Hópfígging er spennandi, tí talan er ikki um almennan stuðul, men um ein pall, har sum íverksetarar sjálvir marknaðarføra síni hugskot og finna sær stuðlar, kundar og íleggjarar, og soleiðis at fáa reiðan pening, til at fíggja sína framleiðslu.

Hjá okkum er hópfígging nýggj, men seinastu árini er hesin fíggingarháttur vorðin sera væl umtóktur í londunum kring okkum. Øll, sum hava áhuga, kunnu stuðla, ofta við smærri upphæddum, og tá ið verkætlanin er fult fíggjað og framd í verki, fáa tey tað afturfyri, sum er lovað teimum. Eydnast ikki verkætlanini at fáa ætlaðu fíggingina, fáa stuðlarnir sínar pengar aftur. Um illa vil til, og ein verkætlan miseydnast, hóast hon fær nóg nógvan stuðul á hópfíggingarpallinum, so er váðin hjá stuðlunum við hesari skipanini væl kendur og sera avmarkaður.

At fólk taka seg saman fyri at stuðla nýggjum virksemi er gamalt, og hópfíggingarskipanir minna ikki sørt um tá í fólk fyrr tóku seg saman og gingu hús úr húsi í Føroyum, fyri at fíggja eitt nú skip og flakavirki. Nógv vóru tá, sum stuðlaðu verkætlanunum, ikki fyri egnan vinning, men heldur tí, at tey vildu stuðla nýggjum virksemi og vera við til at skapa grundarlag fyri nýggjum arbeiðsplássum og menning.

Nú ber til at gera tað sama á netinum. Tá ið fólk stuðla verkætlanum á hópfíggingarpallum er tað í stóran mun av forvitni og av áhuga fyri íverksetan. Tey fegnast um tað nýggja, sum er í umbúna, og tey vita, at við at keypa á hesum pallunum eru tey við til at stuðla nýskapan og menning í samfelagnum. Afturfyri fáa tey eisini annað og meira burturúr enn bert vøruna, sum tey játta at keypa. Tey verða ikki bara kundar, men ein partur av menningini, og tað er teimum fyri at takka, at verkætlanin gerst veruleiki.

Hópfíggingarpallurin er ein varði á leiðini at gera Føroyar til besta landið at stovna nýggjar fyritøkur.

Hjá tí sum hevur roynt tað fyrr, er skjótt og lætt at stovna fyritøku í Føroyum. Umstøðurnar at gera royndir og prototypur eru helst ongastaðni betri enn her. Serkøn hjálp av øllum handa slag er á hvørjum horni, skjótt er at gerast heimskendur í Føroyum og vit hava ein virknan og áhugaðan heimamarknað.

Afturat tí hava vit nú hópin av skipanum, bæði hjá landinum og hjá kommununum, sum hjálpa fyritøkum og sum eggja til enn meiri íverksetan.

Men viftan er nú so vorðin so breið, at fólk kunnu villast í øllum tilboðunum. Okkum tørvar at gera hesi góðu átøkini sjónlig og lætt atkomulig. Tí hava vit sett sum mál í samgonguskjalinum at seta á stovn ein íverksetaraportal, og sjálvandi verður hópfíggingarpallurin eisini við í hesum, eins og partarnir sum samstarva um hann.

Eg vil takka Íverksetarahúsinum, Vinnuframa og Visit Faroe Islands fyri, at tit í felag hava skipað hendan nýggja marknaðin fyri hugflog og íverksetan. Við hesum verður hópfíggingarpallurin tendraður og ognaður føroyskari nýskapan.

Til lukku og góða eydnu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…