Lýsing
Lýsing

Glíðibreytin

SKRIVAÐ: Sigert Patursson, Formaður Bóndafelag Føroya  |  18.10.2019 - 14:02 Tíðindaskriv Vinna

Hugstoytt er at hoyra tíðindi í gjár, um avtalu gjørda millum Føroyar og ES.

Í 90unum gjørdu Føroyar handilsavtalu við ES, har vit á ein ella annan merkiligan hátt, góvu ES at kalla fría atgongd til føroyska marknaðin við landbúnaðarvørum, aftur fyri at sleppa tollfrítt á ES marknaðin við nøkrum fáum fiskavørum, helst ein góð avtala tá, fyri føroyska fiskivinnu, men ikki nakað frambrot fyri føroyskan landbúnað, síðan hevur avtalan eisini víst seg at vera ein spennitroyggja fyri bæði fiskivinnu og alivinnu.

Hendan avtalan gav ES tollfría atgongd til føroyska marknaðin fyri allar vørur bæði, tá ið ræður um ídnaðarvørur, fiskavørur og landbúnaðarvørur, meðan Føroyar fingu bara tollfría atgongd til ídnaðarvørur til ES marknaðin, har vit ongan kjans høvdu at kappast og tí var føroyski heimaídnaðurin bókstavliga oyddur.

Og nú skal tað lítla, sum eftir er av landbúnaðinum fáa somu lagnu.

Avtalan var, at ES sleppur tollfrítt á føroyska marknaðin við øllum landbúnaðarvørum, tó er nakað av tolli á mjólk og nakrar fáar mjólkarúrdráttir, umframt 10% í tolli á seyðakjøt úr ES, aftur fyri fáa Føroyar nakrar útvaldar fiskavørur tollfrítt á ES marknaðin.

Síðan hava bæði alivinna og fiskivinna í Føroyum ment seg nógv, og frá, at í stóran mun at útflyta rávøru, eru ali- og fiskivinnan farnar at virðisøkja vøruna, men trupulleikin er at handilsavtalan við ES er so avmarkandi, at tað slepst næstan ikki á ES marknaðin uttan at tollur verður lagdur á vøruna.

Fyri fáum árum síðan var ætlan um at niðursjóða makrel í Føroyum, men ikki bar til koma á ES marknaðin við kappingarførum prísi tí hendan vøran var ikki partur av handilsavtaluni.

Nú eru góð ráð dýr, vit hava næstan einki at handla við.

So var bert eitt at gera, tað var at lata ES sleppa tollfrítt á føroyska marknaðin við seyðakjøti, landbúnaðurin mótmælti, lukkutíð var val útskrivað, og samráðingarnar vóru støðlaðar fyribils.

Men síðsta árið hevur aftur prutlað undir lokinum, og nú vísir tað seg at komið er undir land við samráðingunum, hesaferð er tað bara ikki makrelur, men nakrir brislingar sum skulu á ES marknaðin, ið ongan týdning hava fyri okkara búskap, umframt laksafóður frá føroyskari fyritøku, sum útlendingar eiga meginpartin av, og hvør skal leggja rygg til, jú tað er føroyski landbúnaðurin, sum skilst skal ES sleppa at selja 80.000 kg av seyðakjøti tollfrítt á Føroyska marknaðinum.

80.000 kg kunnu tykjast lítil nøgd, men umroknað til føroysk lambskrov, svarar tað til uml. 5000 stk. ella millum 15 og 20% at teimum føroysku krovum, sum eru á føroyska marknaðinum.

Havandi í huga at Bretland helst fer úr ES í nærmastu framtíð, og fer at krevja minst somu marknaðaratgongd sum ES, umframt at Ísland helst sleppur at halda fram við einvegis fríhandli av landbúnaðarvørum til Føroyar, so eru útlitini hjá føroyskum landbúnaði ikki akkurát bjørt.

Vælsignaði Jenis av Rana uttanríkisráðharri skriva ikki undir hasa avtaluna, far ikki á hasa glíðibreytina.

Tað er nú margháttligt, at landbúnaðurin sum er minni 1% av BTÚ og av mongum verður skírdur, ongan týdning at hava, er sjálvt okið undir allari marknaðaratgongd til ES.

Í øllum førum er tað fullkomiliga óetiskt, at føroyski landbúnaðurin skal ofrast fyri útlendskan kapital í føroyskari alivinnu, uttan so mikið sum at fáa samsvarandi sømdir á ES marknaðinum.

Við øðrum orðum, handil gongur báðar vegir, tó við hesum undantaki, sum bara geldur fyri Føroyar av øllum av heimsins londum, nevniliga, at við hesari avtaluni eru føroysku dyrnar víðopnar fyri landbúnaðarvørum úr ES, meðan ES dyrnar eru stongdar.

 

Sigert Patursson

Formaður

Bóndafelag Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…