Lýsing
Lýsing
Lýsing

Syndarligur fuglastandur?

SKRIVAÐ: Sjúrður í Koltri  |  01.11.2019 - 17:45 Lesarabrøv Mentan

Nei, tað er syndarligur standur úti á bygd, tað er syndarligur standur úti á útoyggjum.  Fólk sum liva og virka úti á bygd, sum hava so nógv gott at geva tí føroysku bjargamentanini, eru fer við at blíva manipulera av moralistum úr Havn – Væl lærdir fuglafrøðingar menn og kvinnur, sum sita aftanfyri skermum í Havn, eru í fer við, at gera fólk kriminell úti á bygd, hava tey rættin til tað?

Fyri at kóka hetta niður; umsitingin í Havn hevur ikki samband við veruleikan, úti á bygd,  har fuglurin er í bjørgunum.

Haldi mær tilgóðar. Fólk úti á bygd, verða gjørd kriminell, um tey fáa sær eitt kók av fugli, veri seg lunda, lomviga ella kók av eggum, er tað rætt? Hetta er eitt tilfeingið til húsarhaldið úti á bygd, sum tey hava fullan hevdarrætt til. Hetta verður tikið frá teimum, er tað rætt?

Kundi onkur staðið fram og sagt, hvønn ítøkiligan skaða hesi fólkini gera, sum liva og virka, úti á bygd?

Bjargafólk, havi ikki havt nakran viðspælara, síðani Dorete Bloch professari í zoologi.

Dorete Bloch, setti seg ikki afturá og valdi tað sikra – tað at siga nei og at geva forboð! Hon valdi at vera við í tí føroysku mentanini, hon valdi tilvitað at vera viðspælari, so tann føroyska bjargamentanin ikki skuldi doyggja út.

Vit eru fleiri bjargafólk, sum eru har, sum fuglurin er og vit eru fleiri, sum veiða fugl um veturin - vit hava fuglin í hondini. Hevði tað ikki verið meira konstruktivt og skilabest av teimum, sum vilja gjarna skilja og gera kanningar av fuglinum, at veri saman við okkum enn ímóti okkum?

Vit hava ongantíð givið forboð til hesi fólkini. Tey, sum hava áhuga í fugli og fuglakanningum, hava altíð verið vælkomin við.

Vit hava øll áhuga í at yvirliva, bæði heiðið og kristi.

 

Sjúrður í Koltri

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir