Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsýnið vestureftir í dag. Blátt loft. Bert eitt lítið lot úr ymsum ættum hevur verið í dag. | Mynd: Undirritaði

Lágættin afturkomin - liggur ikki leingi

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  15.11.2019 - 14:19 Tíðindi Veðrið

So er høgættin farin á hesum sinni. Á middegi vendi ættin úr landnyrðingi niður í landsynning-sunnan.

Men tað verður bara restina av degnum í dag – fríggjadag – og út á seinnapartin í morgin – leygardagin – at tað lýggjari luft rekur ímóti Føroyum.

Frá sunnudegnum og so langt tað er ráðiligt at hyggja fram, hvussu veðrið fer at vera, eru aftur ættirnar ímillum landnyrðing og útnyrðing.

Tað hevur verið kaldari í heyst enn vanligt tey seinastu árini. Kuldin hevur ikki viljað sloppið.

Í dag hava Føroyar ligið undir einum hátrýstryggi. Tá ið veðrið vanliga gott – lítil ella eingin vindur og klárt í erva. Tað hevur tað eisini verið í dag – sí myndina omanfyri.

Í einum slíkum hátrýstryggi søkkur luftin spakuliga úr erva og niður ímóti jarðarskorpuni. Hon ornar á veg niðureftir og tekur vætuna í luftini upp í seg. Tí er tað so klárt og stilt.

Hetta veðrið heldur fram í dag, í kvøld og í nátt. Tó fer ættin niður í sunnan, og vindferðin fer at veksa úr næstan ongum og upp í 5 til 10 m/s seint í kvøld.  

Í morgin ári fer at vera meira skýggja, tí eitt regnumráði (samanrunnið brúgvalag) nærkast vestaneftir. Tað fer at røkka til okkara um middagsleitið. Hvussu nógv tað fer at regna er eitt sindur óvist.

Seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið fer ættin at støkka upp í útnyrðing. Eftir fer aftur at kølna. Vindferðin fer at minka úr 5 til 10 m/s niður í 2-5 m/s í annaðkvøld. Soleiðis fer vindferðin at vera sunnunáttin, sunnumorgun og sunnudag. Ættin fer at broytast úr útnyrðingi niður ímóti vestri sunnumorgun.

Um næstu viku kann stutt sigast, at ættin fer at liggja ímillum norðan og eystan, turt fyri tað mesta, tó regn í løtum (serliga mikudagin), og hitin fer at liggja ímillum 3 og 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ