Lýsing
Lýsing
Lýsing

Taptu 3-0 hóast væl frægari hugburð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.11.2019 - 21:47 Ítrottur Tíðindi

Føroyar taptu at enda greitt, men hugburðurin var nógv frægari enn móti Noreg og málmøguleikarnar vóru eisini fleiri og størri.

Broyttur hugburður

Í fyrra hálvleiki sóu vit ein munandi betri hugburð á føroyska liðnum enn móti Noreg. Taktiskt sá liðið nógv betri út í síni 5-4-1 leikskipan hesaferð, tí liðið var meira verjukent og stóð meir kompakt. Á bóltinum vóru ikki spælt við høgum váða. Føroyar skuldu komið á odda í 25. minutti, tá gott føroyskt spæl endaði við, at Brandur H. Olsen legði innfyri til Viljormur Davidsen, men málverjin bjargaði. Hóast einki svenskt mál lá í luftini, so kom Svøríki á odda í 29. minutti eftir gott spæl sum endaði við innleggi, sum Sebastian Andersson skallaði bóltin í málið. Hetta var einasta málið í fyrra hálvleiki. Svøríki var ikki samanspælt, tí eykaliðið spældi hendan dystin, og tað hjálpti helst til, at Svøríki ikki skapti nakað nevnivert burtursæð frá málinum.

 

Svøríki økti

Í seinna hálvleiki fekk Svøríki næstan beinanvegin ein stóran málmøguleika, men Gunnar Nielsen bjargaði. Fingu Føroyar ein stóran møguleika í fyrra hálvleiki, so var hann ikki minni stórur í 55. minutti, tá Gilli R. Sørensen kom væl ímillum verjuleikara og málverja hjá Svøríki, men ein verjuleikari hjá Svøríki fekk takla í síðstu løtu áðrenn Gilli skuldi skjóta í tóma málið. Í 72. minutti bleiv 2-0 við langskoti, sum umvegis Rógva Baldvinsson endaði í málinum. Tað tóktist avgera dystin. Í 80. minutti bleiv 3-0 í einari støðu sum minti um 1-0 málið. Hornaspark kom innfyri, har svenskur leikari rann fram í økið og framum føroysku leikararnar og skallaði bóltin í málið.

Samanlagt var úrslitið ikki ikki nakað nevnivert frægari enn móti Noreg, serliga um vit hugsa um, at Svøríki spældi við eykaliðnum. Men hugburðurin var ein heilt annar, og eisini komu føroyingar til fleiri stórar málmøguleikar.

19737 sóu kvøldsins dyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...