Lýsing
Lýsing

Kommunala eftirlitið bíðjar eftir skjølum frá Klaksvíkar Kommunu um Biskupstorg 

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.12.2019 - 14:18 Politikkur Tíðindi

Bústaðir og kommunan samráðast í løtuni um hitarokningina, sum skal sendast íbúgvunum í Biskupstorg og sum skilst so liggur prísútrokningin hjá kommununi nakað hægri enn prísurin sum íbúgvarnir í dag rinda fyri hita. Samstundis vaksa útreiðslurnar til sjóhitaskipanina.

Tann 29. November 2019 
var innslag í Degi og viku, har minnilutin í Klaksvíkar býráð ótolnaðist eftir at síggja handlar í handilshølunum á Biskupstorg.
Í nevndu samrøðu sigur Beinir Jóhannesen, umboð fyri minnilutan í Klaksvíkar Býráð, at Kommunan hevur keypt handilshølini fyri 15 milliónir krónir av skattaborgarans pengum, og hetta talið hevur verið nevnt av borgarastjóra og øðrum býráðspolitikarum, men veruliga talið er 25 mió. kr..

15 mió. eru játtaðar beinleiðis av býráðnum til keypið av handilshølunum og 10 mió. kr. koma frá sjálvsognarstovninum á Kráarbrekku, sum avtalað varð gørd um tá Bústaðir keypti allar eldraíbúðirnar á Kráarbrekku frá kommunala Sjálvsognar stovninum. Men allar tær (10+15 mió. kr.) 25. mió. krónurnar eru skattaborgarans peningur og erun markaðar til keypið av handilshølunum.
 
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sigur í omanfyri nevndu samrøðu í Degi og viku, at orsøkin til at málið viðvíkjandi handilshølunum dregur út er at kommunan bíðar eftir svarið úr Innlendismálaráðnum, og at bíðja verður eftir Innlendismálaráðnum tí man ynskir at gera tingini rætt soleiðis at ikki okkurt tilvildarligt virksemið verður lagt í miðbýin. 
 
Innlendismálaráðið bíðar framvegis eftir Kommununi. 
Hilmar Høgenni, deildarleiðari á kommunudeildini hjá Kommunala eftirlitinum, vísur aftur útsøgnina hjá borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, at bíðja verður eftr kommunala eftirlitinum í samband við málið um ”kommunalu” handilshølini í miðbýnum.

- Tað er ikki heilt rætt tað sum borgarstjórin í Klaksvík førdi fram í Degi og viku. Kommunala eftirlitið bíðar framvegis eftir skjølum, sum vit ikki enn hava fingið frá Klaksvíkar Kommunu.
- Vit hava rykt kommunum, men nú hava vit bíðja forbannað leingi eftir svarið. Tá vit ikki hava fingið allar upplýsingar frá kommununi fáa vit ikki gjørt nakra niðurstøðu. Vit bíðja framvegis eftir nøkrum útgreiningum, men mark er fyri hvussu leingi vit fara at bíðja. Ætlanin er at avgreiða málið áðrenn jól.


Í juni mánaða í ár bleiv Biskupstorg sundurmatrikulera soleiðis at Bústaðir nú einans eigur sjávar íbúðirnar og part av felagsøkinum í Kjallaranum. SÍ PDF niðast í greinini.
 
Sjóhitaskipanin.
Borgarstjórin váttaði fyri Norðlýsinum, sum varð borið út í hvørt hús í Norðoyggjum í vikuni at sjóhitaskipanin hevur higartil kostað kommununi 13 mió. kr.  Hettar er í nøkunlunda samsvarið við tað sum Norðlýsið skrivaði fyri einum árið síðan, tá vit vístu til fíggjarnevndarskjal, sum avdúkaði at sjóhitaskipanin í miðbýnum kostað 14 mió. kr.. Tá fingu vit ábreiðslu frá ráðgeva, sum vildi verða við at samlaði kostnaðurin einans var 9 - 10. mió. kr..

Upprunaliga kostnaðarmetingin av sjóhitaskipanini var mett at verða 6 mió. kr.. Norðlýsið bað eitt oljufelag meta um hvat kostnaðurin av eini nýggjar kondensoljufýrings skipan til somu bygningar (ikki írokna nýggja skúlabbygningin) og svari var umleið eina millión krónir.
Fyrireikingarnar av arbeiðinum við sjóhita skipaini hevur verið sera illa frágingið frá byrjan av sást í innlitið sum Norðlýsið hevur. Umfatandi Innlit ið telur eini 600 skjøl (sum ganga aftur til 2015 og fram til mai mánaða í ár) vísir at stutt eftir at Klaksvíkar Býráð hevði tikið av tilboðnum um sjóhitaskip var komið eftir at skipanin mátti framleiða nógv meiri orku enn upprunaliga hildið. Eftirfylgjandi vóru eisini fleiri feilir gjørdir á tekniborðinum og m.a varð komið eftir at sjóhitaskipanin kundi ikki húsast í kjallaranum í Biskupstorg tí útgerðin passaði ikki inn í kjallaran. Ístaðín var í skundi bygt eitt stórt pumpihús á vestursíðuni í miðbýar økinum. Eisini var komið eftir at el-transformaraskipan, sum somuleiðis skuldi verða í kjallaranum í Biskupstorg heldur ikki rúmaðist har, og tí var ein betong bygningur settur frammanfyri Biskupstorg.

Í samband við nýggja skúlan, sum skal takast í brúk til várs, er stór transformarastøð gjørd í kjallaranum á nýggja skúlanum og tað arbeiðið er  komið á mál og skipanin riggar væl. Niðari parturin av skúlanum hevur enn ikki fingið samand við sjóhitaskipanina og koyrir við vanligari oljufýring og ógreitt er nær hesin bygninginurin fær sjóhita. Sum silst er tó ikki nógv arbeiði eftir at gera fyri at binda niðarapartin av skúlanum í skipanina. Vit hava ikki fingið at vita nær gomlu  fimleikarhallirnar skullu íbindast sjóhitaskipanina. Sum Norðlýsið skilir skullu gerast íløgur í svimjuhøllina fyri í minstalagið tríggjar milliónir krónir afturat fyri at knýta hana til sjóhitaskipanina.

Sum støðan er í løtuni er greitt at sjóhitaskipanin við svimjuhøllini fer at kosta meira enn tríggjaferðir so nógv sum hon skuldi kosta, tá býráðið samtykti at taka av upprunaliga tilboðnum um at byggja eina sjóhtaskipan. Nógvir peningur skal brúkast afturat so hvørt sum kommunalu stovnarnir verða knítti at skipanini.
 
Ivasamt eftirlit.

Vit hava havt nøkur framúr góð ár har kommunan hvørt tað einasta ár hevur havt fleri milliónir krónur í meirinntøku og sera nógvar stórar kommunalar byggiverkætlanir eru settar í gongd av einum samdum býráð. Vit hava roynt at fylgt við Sjóhitaskipanini og Biskupstorg og mugu staðfesta at trupult er at fáa neyvt at vita hvat hesar verkætlnir kosta skattgjaldaranum.

Í áðurnevndu skjølunum í samband við byggingina av Biskupstorgi og sjóhitaskipanini er einki samskifti har býráðspolitikarar spyrja inn til verkætlanirnar, uttan ein teldupostu har spurgt verður nær skoytubreytin verður klár at taka í brúk.
 
Kommunali sjávsognarstovnurin undir Kráarbrekku, sum eigur Biskupstorg og sum hevur staðið á odda fyri byggingini í miðbýnum hevur havt fimm fundir í tíðarskeiðinum 2017 til februar 2019. Borgarstórin er formaður fyri sjálvsognarstovnin og nevndin er mannað av býráðslimum. Í fundarfrásøgn sæst eisini at býráðslimur, sum er partur av minnilutanum, finst at vánaligu kunningini í samband við byggingini og at nevndin ikki hevur regluligar fundir.
   
Sí innlit niðanfyri:
 

Fundarfrásagnir Sjálvsognarstovnurin undir Krárbrekku (Byggiharri Biskupstorg og eigari av handilshølunum)

PDF01, PDF02 og PDF03

Sundurmatrikuleringin av Biskupstorg

PDF01, PDF02, PDF03, PDF04 

 

Tíðarlinja:

Tann 19. november 2018 
váttar Hilmar Høgenni, deildarleiðari á kommunudeildini á Kommunudeildini hjá HIMR, at kommunala eftirlitið hevur biði Klaksvíkar Kommunu at koma á fund, at greiða frá hvussu kommunan er knítt at handilshølunum í nýggju bústaðarbyggingini í miðbýnum.
Hilmar Høgenni, sigur í stuttari viðmerking at ein kommuna kann ikki reka handil, men vildi hann ikki siga meira um málið fyrr enn fundurin hevði verið.
 
Tann 5. februar 2019 
Skrivar Norðlýsið, at Hilmar Høgenni frá kommunala eftirlitinum bíðar framvegis eftir eini frágreiðing frá Klaksvíkar Kommunu, um hvussu Klaksvíkar Kommuna ætlar at umsita handilshølir í miðbýnum á Biskupstorgi.
 
Tann 19. mars 2019 skrivar Norðlýsið 
grein undir yvirskriftini "Kommunala eftirlitið kallar leistin hjá Klaksvíkar Kommunu - óvanligan og óruddiligan" har tað kemur fram at "….. Kommunala Eftirlitið á fundi í november 2018 gjørdi Klaksvíkar Kommunu greitt at ognarviðurskiftini og framferðarhátturin hjá kommununi í samband við Biskupstorg er ”óvanligur og óruddiligur” og ivasamt er um kommunan hevur hildi seg til heimildirnar í kommunufulltrúini…."
 
Tann 15. apríl í ár 
ger borgarstjórin greitt at hann er sera misnøgdur við at fjølmiðlar (Red: Nprðlýsið) hevur fingið innlit í málsviðgerina hjá Kommunala eftirlitinum á Biskupstorg.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald