Lýsing
Lýsing

Høvdu vit havt somu møguleikar at selt fisk, sum menn hava í dag – so høvdu vit verið ríkmenn

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.01.2020 - 18:33 Kykmynd Vinna

Orðini eigur Jógvan í Grótinum, sum í bandaðari samrøðu við Fischer Heinesen, greiður frá tá fyrsta skipið varð keypt til Klaksvík og tá menn spentu seg nógv fyri og mistu alt fyri at fáa fyrstu motorbátarnar til landið um aldarskifti. Jogvan greiður m.a. frá at motorbátur sum hann átti part í, keypti hann saman við íslendingum, sum áttu tríggjar fimtingar av bátinum.

Samrøðan er gjørd tann 27. september 1954. tá Jógvan er 82 ára gamal.
 
Nøkur áhugaverd brot úr samrøðuni:
 
Fischer Heinesen spyr m.a. hví føroyingar bara fiskaðu á grunnunum kring Føroyar og ikki í hellingunum, men undir Íslandi var tað púra vanligt at føroyingar fiskaðu í hellingunum.
 
”Tað er eitt sindur undarligt nú at hugsað um tað ha?” spyr Ficher.
 
Jógvan í Grótinum svarar soleiðis:
 
”Um man tá skuldi fiskað í hellingunum og vit hugsað um hvussu avskipingar og handils forholdini í Føroyum og serliga sambandið við útlandið var – so skilir man hví eingin tímdi  at fáast við tað í Føroyum. Støðan var tann at sjálvdan varð kalvi keyptur og hýsa var ikki betragta sum verd at fiskað og somuleiðis var brosman ikki verd at taka inn. Um vit høvdu havt somu møguleikar, sum menn hava í dag (1954) at selja tann feska fiskin, so høvdu vit verið ríkir menn.
 
Hýsan bleiv brúkt til heimamat – tá fingu vit bert hálvt annað oyrað fyri pundi av hýsu, og tí tóku vit bara tann størsta fiskin burtur úr. Nú siga menn at tað loysir seg ikki at fara til útróðrar, tí teir fáa einans 50 oyru fyri hvørt kilo??”
 
 
Fischer Heinesen spyr:
 
”Tá útskiftið til motorbátar fór fram fyrst í hesum árahundraðinum, tá tykir mær at teir mennirnir spentu seg rættiliga nógv fyri og vóru hart spentir fyri at fáa hetta nýggja í gongd?”
 
Jógvan í Grótinum svarar:
”Ja – og teir fóru allir samlir. Tá var kaos í landinum og eingin av bátunum er eftir. Vit tjentu uppá tað inntil 1922 ella 1924.  Tað var ein íslendari, sum átti tríggjar fimtipartar í bátinum. Vit brúktu hann um veturin og várið í Føroyum og í Íslandi um summari. Men eftir tað tíð bleiv eingin fortjenasta. Vit virkaðu fiskin, tað bleiv eitt sindur av vársfiskiskapi og tað bleiv nakað av fortjenastu av tí – men ikki uppá bátarnar. Tað bleiv tað sama við teimum, sum høvdu motorbátarnar, t.d. Sámal Petur í Fuglafirði og teir í Klaksvík, teir taptu direkta uppá driftina um teir skuldu selt eftir ráfiskaprísinum. Teir fortjentu nakað uppá tann turra fiskin.
 
 
Fisher spyr:
 
”Man kann siga at tann tekniski útviklingurin er stórur í dag, men hann var størr tá – forholdsvís?”
 
Jógvan í Grótinum svarar:
 
”Ja – og alt byrjar við tí lítla. Soleiðis er tað við skipum og bátum. Man byrjar við tí lítla bátinum og so veksur tað fram eftir. Soleiðis er tað næstan alla staðni. Tað var hildið fyri at verða fantastiskt fyri 20 árum síðan at teir keyptu skip sum silgdu til Amerika sum vóru stór í okkara eygum, men nú eru hesi skip sum jollir.”
 
 
Fisher:
 
”Ja teir blivu útkonkurreraðir. Teir fylgdust ikki við tíðini. Svenskarnir fingu sær nýggjar bátar og teir útkonkurreraðu teir. Man má fylgja við tíðini. Tað knípir hjá okkum at fáa góðar greyðir.
Hatta við teknikkinum – eg minnist at pápi silgdi við Nólsoyar Pól summari 1906. Teir silgdu millum oyggjarnar, og eg minnist at onkuntíð seinri greiddi pápi soleiðis frá;
-       Tá eg sá hesa maskinuna fyrstu ferð protosteraði eg, tí hon líktist ikki mammusa maskinu. Mamma var vist tann fyrsta sum hevði seymimaskinu í bygdini, og hon er farin fyri skeyti – tíanverri.”
 
 
Jógvan í Grótinum:
 
”Tann fyrsta motormaskinan ið var brúkt til bátar á Eysturlandinum á Seytisfirðinum, stendur niðri á bedingini her nú. Eg keypti hana og hevði hana uppi í smiðjuni at vísa motornæmingunum áðrenn hon bleiv installera í neysti her.”
 
 
Fisher Heinesen:
”Hon átti ikki at farið fyri einki.”
 
 
Jógvan í Grótinum:
 
”Noy! Honn verður brúkt til motorskúlan. Eg havi júst snakka við Jóhann um eg skuldi taka motorin aftur men hann segði at teir brúka hann enn.
 
 
Fisher Heinesen:
”Eg havi sæð tað fyrstu svensku. Tann bátamaskinan var bygd í 1902 og stendur á sjófart museum í Gjøtuborg, so svenskarnir hava ikki begynt so skjótt – kanska eingilsmenn vóru fyrri?”
 
 
Jógvan í Grótinum:
”Amerikanarnir byrjaðu nógv fyrst at brúka motorar í bátum. Eg veit ikki nær tann fyrsti kom á Norðtoftum, men eg veit at tað var ein sum silgdi ímillum. – Eli – Tað kann gott verða at tað var Eli.
Tað hevur verið fyri 1900 haldi eg.”
 
 
Fisher Heinesen:
”Hava vit virkuliga verið so tíljað við?”
 
Jógvan í Grótinum:
”Ja ein amerikanskur motorur.
Einaferð hann hevði verið í Hvannasundi við mjólk og sundamenn vóru á útróðri. Komnir undir oynna - hoyra teir grind – so  stilt hon liggur og blæsur har. Teir róðu inn aftur við grindaboðum, - tá vísti tað seg at verða hesin motorbáturin, sum teir høvdu hoyrt.
 
 
Fisher Heinesen:
”Tað er ótrúligt at føroyingar skulla hava verið so tíðlig við í hesum. Og tað var við fast liggjandi skrúvu? Fyrstu donskin motorarnir sum vóru brúktir til fiskarríð høvdu fasta skrúvu og motorurin lá á dekkinum og skrúvan við skrúvuakslinum bleiv lyft úr sjónum og upp á dekki, inntil umleið 1907. Tað veit eg.”
 
 
Hoyr alla samrøðuna her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin