Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein eyðmjúkur Hanus G. Johansen á pallinum, tá hann júst hevði tikið móti Mentanarvirðisløn Landsins | Mynd: Sverri Egholm

Hanus G. Johansen heiðraður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.01.2020 - 23:55 Leiðarin Mentan

Hanus Gærdum Johansen úr Klaksvík fekk í ár Mentanarvirðisløn Landsins. Hetta hevur hann fult uppiborið, og hevur havt tað uppiborið leingi. Hann er kanska Føroya besti vísusangari, uttan at taka nakað frá hinum. Hann er fólksligur, lítillátin, góðsligur og hevur eitt talent sum fáur. Listin hevur verið hansara lívsverk, serliga tónlistin.

Tiltikin er søgan um, tá løgreglan var eftir Hanusi G. Johansen einaferð í 1970’unum og rak hann burtur, tá hann sum óskrivað blað royndi seg sum gøtumusikant á Posthúshorninum í Klaksvík. Hanus hevur sjálvur rættað hesa søguna til, at tað var “á hjørninum hjá Kál”, at alt byrjaði. Hetta er hornið millum Gerðagøtu og Bøgøtu, og handilin hjá Kál var í húsinum, har Intersport nú húsast.

Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá. Ígjøgnum eina ævintýrliga ferð gjøgnum tey villu 80’ini, tey stillu 90’ini og fram til 00’ini ritaði Hanus navn sítt fast sum fremsti tulkarin av hargaskaldinum Pól F. Joensen nakrantíð, og fáur hevur torað at bjóðað honum av. Men tað var bert ein partur av hvat margskaldið Hanus G. Johansen megnaði og meistraði. Sum vísusangari er hann í fremstu røð, men hann hevur eisini roynt seg sum poppsangara, ikki minst saman við Frændum.

Tí Hanus er Klakksvíkingur við stóra K og tveimum k’um í miðjuni. Hann býr í dag í Streymoynni, og onnur hava roynt at gjørt hann til sín – og tað skilja vit væl – men klaksvíkingurin í honum fornoktar seg ikki. G!-festivalurin gav honum navnið Hanus G! við útrópstekini, og sanniliga hevur Hanus eisini gjørt tað gott á bæði smáum og stórum festivalpallum, live og á fløgum, harav Gaman og Álvara má sigast vera hansara lívsverk.

Men listarliga spennir hann sera víða. Frá útgávum til børn saman við Kristiani Blak og á Nósafløguni yvir ungdómstónleik á Ung um aldarmótið, heilt til teir “tungu dreingirnar” sum Janus Djurhuus, Rikard Long, Bernhard Brim, Tongla-Tummas (Tummas Napoleon Djurhuus) og sjálvsagt Pól F. Hanus hevur fingið fleiri uppibornar heiðrar fyri hesar útgávur, millum annað Listavirðisløn Nólsoyar Pálls frá heimbýnum Klaksvík, og í kvøld fekk hann so tann størsta mentanarheiðurin, sum alt landið Føroyar gevur. 

Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Hanusi. Umframt ta nú skemtiligu søguna um, tá løgreglan rak hann burtur, hevur tilvera Hanusar eisini verið merkt av mótburði av ymiskum slagi. Mammuna misti hann sum stórur smádrongur, Ja, ein kann siga, at Hanus hevur verið ímyndin av tí líðandi listarmanninum. At har so fylgir ein upphædd áljóðandi 150.000 krónur við heiðrinum at fáa mentanarvirðislønina, kemur vónandi væl við, hóast øll vita, at tað ikki er fyri peningin, at Hanus hevur sungið seg inn í føroysku fólkasálina.

Tað var ein rørdur Hanus G. Johansen, sum í takkarrøðuni umrøddi deyða mammunnar, og hvussu hann ikki orkaði at halda fram í skúlanum, men eisini um góðu løturnar, tá hann vaks upp við The Beatles og fyri at endurgeva ein annan kendan trubadour “flýddi inn í tónleikin”. Ein sat eftir við kensluni av, at Hanus nú takkaði fyri seg, tá hann óbeinleiðis umrøddi hetta sum at ein ferð nú var komin at enda. Men fáur man ynskja annað enn, at vit koma at hoyra nógv afturat frá Hanusi, sum seinni í ár rundar tey 70’ini.

Sum tað sømir seg, endurgeva vit her grundgevingina hjá Mentamálaráðnum fyri, at Hanus fekk Mentanarvirðisløn Landsins, í fullum líki:

Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.

Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar.

Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið, t.d. yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar.

Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð